Í samband við, at fleiri dronur og onkur rakett endaði inni í pólskum loftrúmi í nátt, hevur ES sagt, at felgsskapurin veitir Póllandi sín fulla stuðul, og ES heldur eisini, at ágangurin á Pólland í nátt ikki var tilvildarligur, men tilætlaður.
- Russland endar ikki kríggið, men herðir kríggið. Vit mugu gera tað kostnaðarmiklari fyri Moskva, veksa um stuðulin til Ukraina og gera íløgur í verjuna av Evropa, skrivar uttanríkisleiðarin hjá ES, Kaja Kallas, á X, fyrrverandi Twitter.
Russiska tíðindastovan RIA skrivar, at Pólland fyribils ikki hevur lagt nøkur prógv fram um, at dronurnar, sum vórðu skotnar niður yvir Póllandi í nátt, vóru russiskar.
RIA endurgevur eisini ein "lágtstandandi" russiskan sendimann, sum pólsku myndugleikarnir hava kallað inn til samrøðu um hendingarnar.
- Tað, sum vit vita, er, at dronurnar komu úr ukrainskum loftrúmi, segði russiski sendimaðurin, Andrei Ordash, tá hann kom út aftur úr pólska uttanríkisráðnum, eftir at hava verið kallaður inn til samrøðu.
Í Kreml hava tey higartil ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið. Her vísa tey ístaðin til russiska verjumálaráðið, um nakað er, sum skal sigast um málið.
Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, hevur í dag fordømt Russland fyri atgerðirnar móti Póllandi, og hann leggur aftrat, at Nato kannar tað, sum er hent og fer at meta um, hvussu álvarsligur hesin ágangur er.
- Hetta er púrasta ábyrgdarleyst av Russlandi. Vit eru árvakin og fara at verja hvønn tumma av okkara økjum, sigur Mark Rutte.
Aðalskrivarin vísir á, at hendingarnar í nátt eisini vístu, at Nato kann verja sítt landaøki og loftrúm.
Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, umrøður hendingarnar í nátt sum eina "provokatión", men leggur samstundis aftrat, at Pólland stúrur ikki fyri at svara aftur upp á slíkan ágang.
- Støðan er álvarslig, og tað er eingin ivi um, at vit mugu vera til reiðar upp á nógv ymisk viðurskifti, sigur pólski forsætisráðharrin.
##med2##
Tað var longu tíðliga í morgun, at fleiri fráboðanir komu um spreingingar og oyðleggingar har eysturi í Póllandi, og í bygdini, Wyryki, vórðu eini hús rakt av dronuleivdum - uttan, at nakar persónsskaði var.
- Soleiðis, sum eg skilji, hoyrdu fólk eina spreinging og sóu pólsk jagaraflogfør. Hetta var ein krevjandi støða, sigur borgarstjórin í Wyryki, Mariusz Zanko, við PolsatNews.