Ruth vil heldur hava Sambandsflokkin enn Tjóðveldi

Okkurt bendir á, at vit fáa eitt landsstýrið tvørtur um miðjuna

 

– Eg havi peikað á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, og vit mæla til at skipa eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Ein slík samgonga hevur 19 tingfólk aftan fyri seg. 9 úr Javnaðarflokkinum, 7 úr Sambandsflokkinum og 3 úr Framsókn.