Triðja árið á rað skipar japanska sendistovan í Danmark fyri japanskum filmfestivali í Føroyum, 10. til 12. oktobur. Í nógv ár hava japanskir teknifilmar verið sera væl umtóktir um allan heimin, men við filmfestivalinum roynir sendistovan at varpa ljós á japanska filmsmentan í síni heild.
Á skránni í ár eru sjey filmar, sum í høvuðsheitum rættað seg móti ungum. Tó hava søgurnar eisini okkurt at bjóða teimum vaksnu.
Teir sjey filmarnir, sum verða vístir á japanska filmfestivalinum, eru Enoshima Prism, Love for Beginners, I just wanna hug you, Wonderful World End, tveir filmar úr røðini Little Witch Academia og Tamako Love Story.
Enoshima Prism úr 2013 er ein tannáringafilmur um vinaband, sum handlar um at ferðast í tíðini. Treylarin er her: https://www.youtube.com/watch?v=ApPiTwe0QhA
Love for beginners frá 2012 er ein kærleiksfilmur um hvat hendir, tá flottasti drongurin á skúlanum, Kyota Tsubaki, fellur fyri smædnu hárfríðkanarkvinnuni Tsubaki Hibino. Treylarin er her: https://www.youtube.com/watch?v=fQEc0ZfFpW4
I just wanna hug you er ein kærleiksfilmur frá 2014. Filmurin byggir á eina sanna søgu, um Tsukasa, sum situr í rullistóli, og hýruvognsføraran Masaki, sum hon gerst góð við. Treylarin er her: https://www.youtube.com/watch?v=afTHmtaoLP8
Wonderful world end frá 2014 er ein fantasy tónleikafilmur, bygdur á tvey tónleikaløg hjá Seiko Oomori. Filmurin er um 17 ára gomlu Shiori, ein Gotisk-lolita cosplay model, og hennara vinarband við 13 ára gomlu Ayumi. Treylarin er her: https://www.youtube.com/watch?v=vWqnw5H7-G4
Little Witch Academia og Little Witch Academia: The Enchanted Parade eru frá 2013 og 2015. Her er høvi at síggja japanskt anime. Hesir filmarnir eru um ungu heksaspírarnar Akko, Lotte og Suzy og teirra royndir at gerast veruligar heksir. Treylarin til The Enchanted Parade er her: https://www.youtube.com/watch?v=B_CunVEqEYE
Tamako Love Story er eisini ein anime filmur, um Tamako og Mochizou, sum nú ganga á síðsta árið á miðnámsskúla. Hvat hevur framtíðin at bjóða teimum báðum? Treylarin er her: https://www.youtube.com/watch?v=BnQMiAFEiEQ
Japanski filmfestivalurin verður í Sjónleikarahúsinum frá mánadegi 10. oktobur til mikudag 12. oktobur. Mentanarfulltrúi á japansku sendistovuni í Keypmannahavn setir filmsfestivalin mánadagin 10. oktobur klokkan 17.