##med2##
Um sæð verður burtur frá heimasigrunum hjá Víkingi móti B36 og NSÍ, so hevur talan verið um slakari avrik, har liðið hevur spælt javnt móti TB og AB, og hevur tapt á heimavølli móti ÍF.
Veteranurin og drúgvi landliðsspælarin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar heldur, at teir hava mangan uppiborið betur í undanfarnu dystunum, men teir hava brent alt ov nógvar málmøguleikar.
Soleiðis kendist tað at ganga leingi í dystinum móti EB/Streymi við Margáir í kvøld, men so brast fyri nev seinastu løtuna, og við tveimum málum og trimum stigum er Víkingur aftur at finna millum topp-5 liðini. Sølvi átti forarbeiðið til 1-0 málið sum Ari Olsen skoraði, og hann stórfegnast um, at hesaferð koppaði tað rættan veg hjá Víkingi.
EB/Streymur – Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: Ari Olsen (83.)
0-2: Jákup Johansen (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum málunum hjá Víkingi. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sølva Vatnhamar aftaná dystin.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andras Olsen hjá EB/Streymi. 2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur til Víking, og eitt gott leikligt avrik hjá EB/Streymi.