Símin og ikki Bárður

Á Formulaliðnum fyri 20. leikumfar, sum varð spælt farna vikuskiftið og kunngjørt í blaðið okkara týsdagin, var ein feilur komin fyri. Bárður Olsen var settur í høgra borð á hesum liði, men tað var ikki rætt. Símin Hansen var ætlaður henda sessin, sum Bárður Olsen annars hevði eftir 18. leikumfar. Navnið á Bárði Olsen var av misgávum ikki skift út við Símin Hansen, og tískil hetta mistak. So fyri at skúgva allan iva av vegnum, so sá Formulaliðið fyri 20. leikumfar soleiðis út: Predrag Markovic – Sorin Anghel, Óli Hansen, Odmar Færø – Símin Hansen, Hanus Thorleifsson, Allan Joensen, Rodrigo, Andreas Lava Olsen – Andrew av Fløtum, Arnbjørn Hansen.