USA tekur 5.000 hermenn, sum eru staddir í Týsklandi, aftur.
Tað boðaði amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, frá fríggjakvøldið danska tíð sambært tíðindastovuni Reuters.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti síðst í apríl við at taka hermenninar aftur, sum ein avleiðing av, at týski kanslarin, Friedrich Merz, segði, at Iran eyðmýkti USA í friðarsamráðingunum millum londini, tí samráðingarnar eru steðgaðar.
Fráboðanin fekk Trump at finnast at Merz.
Trump-stjórnin hevur fleiri ferðir harðliga funnist at fleiri vesturlendskum sameindum londum fyri ikki at luttaka í stríðnum hjá USA og Ísrael móti Iran, sum byrjaði 28. februar.
Í farnu viku frættist, at USA umhugsaði at royna at koyra Spania úr NATO, skrivar AFP.
Afturtøkan verður væntandi liðug um 6 til 12 mánaðir, sigur talsmaðurin hjá Pentagon, Sean Parnell, sambært Reuters.
Við at taka 5.000 hermenn úr Týsklandi fer talið av amerikanskum hermonnum, sum eru í Evropa, at koma niður á nøkulunda sama støði sum áðrenn Russland herjaði á Ukraina í 2022, sigur ein ónevndur embætismaður í Pentagon við Reuters.
Stríðið hjá Russlandi í Ukraina hevur elvt til, at amerikanska hernaðarliga nærveran í Evropa er økt undir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Joe Biden.
Sambært granskingartænastuni hjá kongressini hevði USA fleiri enn 35.000 hermenn í Týsklandi í 2024.
Men sambært tíðindastovuni AFP verður talið hildið at vera nærri 50.000 í dag.
Í áratíggju hava fleiri stórar amerikanskar hernaðarstøðir verið í Evropa. Tøl frá í fjør, sambært týsku tíðindastovuni dpa, meta, at tað eru umleið 80.000 amerikanskir hermenn, sum eru í Evropa.
Eisini eru amerikanskir hermenn í Grønlandi við Pituffik.
/Ritzau/










