Savnsmynd

Býurin spírar í Havn

Árligi várdagurin í Havn, Býurin spírar, er í dag

Savnsmynd

Í dag er dagurin, tá fleiri handlar í Havn hava opið til kl. 18.00 við tilboðum, tiltøkum og nýggjum várvørum. Eitt nú verður livandi tónleikur, eydnuhjól og annað á skránni. 

Hetta er somuleiðis ein dagur, tá eisini nógv annað er á skránni í býnum. Eitt nú verður Umhvørvisvikan sett við tiltakinum ‘Plantið eitt træ’, og í Tórsgøtu verður »Ein dagur á grynnuni«. Sostatt verður ivaleyst nógv og gott lív í býnum í Havn í dag, tá allur býurin spírar.

 

Savnsmynd