Saknur er í teimum sum vit plagdu at vitja

- At ganga skrúðgongu á ólavsøku verður helst ein ógloymandi uppliving. Hetta er ikki veruliga gingið upp fyri mær enn, sigur ein takksom Astrið Breckmann

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Ja, eg fari á ólavsøku. Tað eri eg altíð. Eg kann telja á einari hond, hvussu sjáldan eg ikki havi verið á ólavsøku, sigur Astrið Breckmann.

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

- Tjóðskaparkenslan av at vera føroyingur. Eg elski Føroyar!

Nú hon sum løgtingslimur fer at ganga skrúðgongu á ólavsøku í ár, verður hetta helst ein ógloymandi uppliving.

- Hetta er ikki veruliga gingið upp fyri mær enn, og eg eri so takksom fyri øll, ið valdu meg. 

Astrið Breckmann nevnir fleiri ting, sum eru góð við ólavsøkuni: 

* Øll setanin sum hon er 

* Allur hugnin við familju og vinum 

* Tann góði maturin

Hon nevnir eisini útimøtið, sum Samkoman Gleðiboð hevur havt ólavsøkuaftan klokkan 19 í Vágsbotni seinastu árini. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Eg haldi, at ólavsøkan verður bara betri við árunum, men um eg skal nevna nakað, eg veruliga sakni, so er tað øll í familjuni, sum eru farin foldum frá, og sum vit altíð vitjaðu á ólavsøku. Tað sakni eg veruliga, sigur hon. 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?  

- Ein ólavsøka nøkur fá ár herfyri var tann vátasta, eg minnist. Men, vit lótu okkum bara øll í regnklæði og tóku regnskjólini við, og so fóru vit bara út við øllum børnunum – øll familjan. 

At enda sigur Astrið Breckmann soleiðis: 

- Hóast tað oysti niður, so høvdu vit í Gleðiboð útimøti kortini. Har var fult av krokandi fólki, sum sungu við. Tað var fantastiskt og liggur á youtube.