VIDEO: Mjällby tapti fyri Kalmar FF

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-Mjällby 2-1 (1-1)

Áki D. Samuelsen spældi allan dystin, meðan Martin Agnarsson var ikki við í hópinum, tá Mjällby í dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini leikti móti Kalmar FF.

 

Dysturin á Guldfågeln Arena í Kalmar endaði við 2-1 sigri til heimaliðið.

 

Mjällby fekk annars eina dreymabyrjan longu í triðja minutti av dystinum, tá Elliot Stroud við góðum skoti úr 18 metrum legði útiliðið á odda 1-0. 

 

Men 14 minuttir seinni javnaði Kalmar, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið.

 

Mjällby er nummar 10 í deildini við 17 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-Mjällby 2-1 (1-1):

 

##med2##