Føroyar hava næsthægsta miðalaldurin í Norðurlondum

Føroyska Løgtingið er eitt av teimum elstu lóggávutingunum í Norðurlondum, tá hugt verður eftir miðalaldrinum hjá tingfólkunum.

Tað vísa tøl, sum Valurslit hava savnað.

 

Miðalaldurin hjá teimum, sum vórðu beinleiðis vald á løgtingsvalinum 26. mars í ár, var 50,4 ár. Tað er næsthægsti miðalaldur í Norðurlondum. Bert íslendska Altingið hevur hægri miðalaldur, nevniliga 51,2 ár.

 

Hinvegin hevur Danmark yngsta tingið. Miðalaldurin í Fólkatinginum eftir valið í mars í ár er 43,9 ár, sum er tann lægsti í Norðurlondum.

 

Sambært Valurslit sigur miðalaldurin tó einki um politisku royndirnar hjá tingfólkunum. Talan er einans um ein útroknaðan miðalaldur á valdegnum.

 

Samstundis sum føroyska tingið hevur høgan miðalaldur, eru kortini fleiri ung tingfólk vald enn áður.

 

Við valinum í ár vórðu sjey tingfólk undir 35 ár beinleiðis vald í Løgtingið. Tað er hægsta talið nakrantíð.

 

Tey eru:

 

  • Bjørg Brynhildardóttir Egholm (20 ár)

  • Beinir Johannesen (29 ár)

  • Steffan Klein Poulsen (29 ár)

  • Sunnvá Dahl Høgfeldt (30 ár)

  • Hervør Pálsdóttir (30 ár)

  • Bjarni Kárason Petersen (31 ár)

  • Grímur Sundstein (32 ár)

 

Til samanberingar varð bert eitt tingfólk undir 35 ár valt bæði í 2011 og 2015.

 

Sambært yvirlitinum hjá Valurslit hevur talið av ungum tingfólkum verið vaksandi seinastu valini. Í 2019 vórðu fýra vald, í 2022 seks og nú í 2026 sjey.

 

##med2##

 

##med3##

 

Kelda: Valurslit, við støði í tølum frá IPU Parline og Hagstovu Íslands.