- Hetta er fystu ferð, at vit hava havt so langa vakt. Vit byrjaðu mikudagin klokkan 15 og góvust ikki fyrr enn sunnumorgunin klokkan 06, sigur Steinbjørn Olsen, sum var leiðari fyri samarittarnar á festivalinum við Múrin.
Átta ferðir máttu teir geva ilt og átta ferðir máttu teir senda boð eftir sjúkrabilinum.
- Í fýra førum var talan um heilt akutta viðgerð, og vit vóru til reiðar við hjartastartaranum, sigur Steinbjørn Olsen.
Allar viðgerðir verða skrásettar, og tilsamans góvu samarittarnir 137 viðgerðir á festivalinum.
- Hetta er sjálvandi eitt stórt tal, men vit skulu eisini minnast til, at vit byrjaðu mikudagin, so tað hevur eisini verið yvir eina langa tíð, sigur Steinbjørn Olsen.
Nógv fólk hava verið til avrúsingar hjá samarittunnum, og í fleiri førum hava tey verið noydd at fingið hita aftur í fólk, sum eru dottin av.
- Hetta var serliga galdandi tá veðrið gjørdist so vánaligt, sigur Steinbjørn Olsen.
Væl fyrireikað
Tey hava verið nógv til arbeiðis hesar dagarnar.
- Vit vóru 24 fólk til arbeiðis, tá vaktin var størst. Vit eru 32 útbúnir samarittar og umframt tað hava eisini aspirantar hjálpt til, sigur Steinbjørn Olsen.
Fólk, sum ynskja at gerast samarittar, skulu verða aspirantar í eitt ár, áðrenn tey sleppa at læra til samaritt.
- Vit hava fyrireika okkum ógvuliga væl. Og samstarvið við sjúkrabilatænastuna og løgregluna hevur verið sera gott, sigur Steinbjørn Olsen.
Føroyskir samarittar eru í Danmark einaferð um árið, har teir eru við á Jellinge Festivalinum.
- Har eru 27.000 fólk, so vit koma út fyri øllum hugsandi støðum og tilburðum. Tí eru vit væl fyrireikað at taka ímóti øllum tí, sum kann henda á einum festivali í Føroyum, sigur Steinbjørn Olsen.
Danskir samarittar koma eisini hendan vegin at vera við á føroyskum festivalum, so teir uppliva, hvussu tað er her í Føroyum.
- Samaritt tænastan er sjálvboðið arbeiði. Tað, sum tað kostar at leiga okkum, verður nýtt til vælgerandi endamál. Og vit verða meiri og meiri brúkt. Í ár hava vit verið við til serliga nógv tiltøk, sigur Steinbjørn Olsen.
Hann rósar annars fyrireikarunum fyri trygdarviðurskiftini.
- Ta uppgávuna hava teir loyst til UG. Teir hava hugsað um alt, og í so máta er avgjørt einki at lasta fyrireikararnar fyri, sigur Steinbjørn Olsen, leiðari hjá samarittunum við Múrin.