Vestmanna Kommuna lýsti fyri stuttum økið við ferjuleguna til leigu. Hetta kom ikki væl við hjá myndugleikunum, ið nýta økið í sambandi við fólka- og farmaflutning um Vestmannasund. Tískil hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, sett ein bólk at kanna, um kommunan hevur løgfrøðisliga heimild at leiga økið út. Hann ivast sjálvur í, um kommunan hevur hesa heimild.
Landstýrismaðurin sigur, at kommunan nevniliga í sínari tíð hevur fingið almennan stuðul til at byggja havnarøkið út fyri, og tá varð avtalað, at hesin parturin av havnini skuldi nýtast í sambandi við ferjuleguna.
Eingin avtala
Gunn Joensen sigur, at eingin skrivlig avtala er gjørd við almennu myndugleikarnar um, at stuðulin til havnarútbygging var treytaður av, at stórt øki av havnini skuldi nýtast í sambandi við flutningin um Vestmannasund.
Gunn Joensen heldur, at flutningurin um Vestmannasund ikki er nakað, ið Vestmanna Kommuna eigur at rinda fyri. Hon metir, at hesin flutningur er ein landsuppgáva, eins og undirsjóvartunnilin hevði verið. Hon sigur seg ikki duga at skilja, hví Vestmanna Kommuna skal gjalda fyri eitt so týdningarmikið samband fyri alt samfelagið, sum sambandið við flogvøllin er.
Einki samskifti
við landsstýrið
- Síðan vit lýstu økið til leigu, hevur nógv verið at frætt í fjølmiðlunum um sjónarmið okkara og landsstýrissins. Tó hava vit einki frætt beinleiðis frá landsstýrinum, sigur bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen. Hon hevur bert frætt í fjølmiðlunum, at landsstýrið er farið undir at kanna, um kommunan hevur løgfrøðisliga heimild at leiga økið út. Hetta er hon sera ónøgd við. Hon heldur, at tað átti at verið so, at kommunan fekk bræv frá landsstýrinum, í staðin fyri at hon frættir ætlanir landsstýrissins gjøgnum fjølmiðlarnar.
Gunn Joensen ivast, hóast alt ikki í, at kommunan hevur fulla heimild at gera tað, ið hon vil við økið við ferjuleguna. - Tað finnist einki skjal, ið sigur, at Vestmanna Kommuna er bundin at lata Strandfaraskip Landsins nýta økið í sambandi við flutningin um Vestmannasund, sigur hon. Hon vísir eisini á, at kommunan hevur fingið at vita frá einum fulltrúða í landsstýrinum, at stuðulin, ið veittur varð Vestmanna Kommunu, var til havanarútbyggingar og ikki til nakra ferjulegu.
SL fingið rokning
Stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall, segði í blaðnum leygardagin, at hann als ikki hevði hoyrt um málið fyrr. Hesum er Gunn Joensen tó ikki samd við honum í. Hon sigur, at Vestmanna Kommuna í langa tíð hevur sent SL rokning fyri at nýta økið til bilarøðir, uttan at kommunan hevur hoyrt nakað aftur um hetta.
Vit hava spurt Reidar Nónfjall um viðmerking hesum viðvíkjandi. Hann sigur, at rokningunum veit hann væl av. -Hatta er ein træta, ið leingi hevur verið millum SL og landstýrið øðrumegin og Vestmanna Kommunu hinumegin, sigur Reidar Nónfjall. Hann leggur afturat, at hann einki visti um, at Vestmanna Kommuna fór at leiga økið út, og var tað hetta, hann meinti við í leygardagsblaðnum.
Spurdur, um hann heldur, at SL kann vera økið við ferjuleguna í Vestmanna fyri uttan, svarar Reidar Nónfjall, at tað kann SL als ikki. Hann sigur víðari, at økið er bygt til ferjuleguna, og tískil verður tað nýtt í sambandi við ferjuleguna.
Ávirkan á
skattaprosentið
Gunn Joensen sigur, at orsakað av, at kommunan skyldar so nógvan pening í sambandi við havnarútbyggingarnar, hevur kommunan fingið boð um, at hon ikki fær loyvi at seta kommunuskattaprosentið niður frá 23 prosentum til 21 prosent, eins og ætlanin hevur verið. Hetta heldur hon líkist ongum.