Sambandið á veg móti tveimum vágamonnum

Eingin ivi er um, at Sambandsflokkurin fer at fáa fyrra mannin í Vágum, meðan Javnaðarflokkurin tykist hava møguleika at blanda seg í kappingina millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um seinna mannin

VÁGA VALDØMI

Vága valdømi er háborgin hjá Sambandsflokkinum. Sambært veljarakanningini hóskvøldið fær Sambandsflokkurin nú dyggari undirtøku í Vágum, enn Javnaðarflokkurin hevur í Suðuroy. Tað er óhoyrt.
Við 41,4 % av atkvøðunum í kanningini tykist tað ivaleyst, at Sambandsflokkurin fer at fáa fyrra valdømisvalda mannin. Stóri spurningurin er, um tað fer at eydnast sambandsmonnunum í Vágum eisini at vinna hin mannin. Um úrslitið á valinum um eina viku verður tað sama, sum kanningarúrslitið hóskvøldið vísti, so fer Sambandsflokkurin at vinna báðar tingmenninar í Vágum.
Síðani floksbýtið í 1906 er tað ongantíð komið fyri, at Sambandsflokkurin hevur vunnið báðar tingmenninar í Vágum. Nakrar ferðir er tað komið fyri, at aðrir flokkar hava megnað hetta. Tá ið tað bara vóru tveir flokkar, átti Sjálvstýrisflokkurin fleiri ferðir báðar tingmenninar í Vágum, og undir krígnum, tá ið Fólkaflokkurin var so sera stinnur, vunnu teir bæði umboðini í Vágum. Tað var í 1943.
Í veljarakanningini, sum tríggjar vikur undan valinum fyri tveimum árum síðani varð gjørd í teimum sjey valdømunum, vístu tølini í Vágum, at Sambandsflokkurin stóð til at vinna báðar tingmenninar. Men rákið broyttist eitt sindur í valstríðnum. Á valinum 30. apríl var Sambandsflokkurin størstur við 38 %, meðan Fólkaflokkurin fekk 24 prosent, og harvið vunnu hesir báðir hvør sítt umboð.
Kanningin hóskvøldið vísti, at Fólkaflokkurin framvegis hevur møguleika at endurvinna sessin, sum Jørgen Niclasen hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Til seinna mannin hevur Sambandsflokkurin 20,7 %, og Fólkaflokkurin hevur 20,6 %. Flokkarnir liggja altso stavn um stavn, og teir eru ikki einsamallir í kappingini. Í veljarakanningini hóskvøldið hevði Javnaðarflokkurin 19,9 prosent av veljarunum í Vága valdømi í sínum parti. Harvið má metast, at teir hava møguleika at vinna sessin.
Í 1990 varð undan løgtingsvalinum roknað við, at Sambandsflokkurin var tryggur størsti flokkur í Vágum. Stóri spurningurin var, um tað fór at verða Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin, sum fóru at vinna seinna mannin. Henda kappingini gjørdist so intens, at báðir flokkarnir vunnu. Sambandsflokkurin misti sín mann!
Burtursæð frá í 1990 hevur Sambandsflokkurin átt annan tingmannin í Vága valdømi síðani 1978. Fólkaflokkurin hevur átt umboð í Vága valdømi á øllum valunum síðani 1980.
Javnaðarflokkurin hevur ikki verið umboðaður í Vágum síðani í 1994. Í tíðarskeiðnum 1958 og fram til 1980 átti Javnaðarflokkurin ? undantikið 1966?1970 ? hvørja ferð valdømisvaldan tingmann í Vágum.
Tjóðveldisflokkurin hevur bara eina ferð átt valdømisvaldan tingmann í Vágum. Tað var í 1954, tá ið D. P. Danielsen varð valdur. Á valinum í 1950 var hann eykavaldur í Vágum. Annars hevur Tjóðveldisflokkurin ongantíð vunnið umboð í Vágum, og kanningin hóskvøldið boðar frá, at vánirnar hjá tjóðveldismonnunum í Vágum eru einki serligar hesa ferð.