Sambandið vil hava nýggjar samráðingar

Talvan má vaskast rein, og trúðvirði fáast inn aftur í føroyskan politikk, sigur sambandsflokkurin, sum hevur viðgjørt støðuna Sambandsflokkurin hevur á fundi í dag viðgjørt politisku støðuna, sum er íkomin, eftir at ivi er sáddur um stjórnarberandi evnini hjá verandi samgonu. Á fundarskránni var eisini kunning frá óformligu samrøðuni, sum Kaj Leo Johannesen, floksformaður, hevði við løgmann í gjár.

Sambandsflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at flokkurin ásannar, at neyðugt er við stabiliteti, og at trúðvirði má fáast inn aftur í føroyskan politikk. Flokkurin er til reiðar at átaka sær leiklutin sum stjórnarberandi flokkur, men tað verður ikki við tí endamáli at halda fram við politikkinum hjá verandi samgongu. Neyðugt verður harafturímóti at byrja av nýggjum, tað vil siga, at øll landsstýrisfólkini mugu sigast úr starvi og eitt heilt nýtt samgonguskjal verður síðani orðað, har byrjað verður við blonkum pappíri.

Støðan í samfelagnum er álvarsom, nú avlopið á fíggjarlógini er vent til hall og alt bendir á, at hallið verður uppaftur størri næsta ár. Sambandsflokkurin fer tí eftir eini nýggjari samgongu og einum nýggjum politikki, har útgangsstøðið er, at bøtt verður um marknaðaratgongdina við nýggjum ES-politikki, blokkstuðulin verður óbroyttur, vælferðarsamfelagið verður ment og skattahækkingar verða ikki gjørdar.

Sambandsflokkurin er ikki sinnaður at bjarga verandi samgongu, men er sinnaður at fara undir nýggjar samgongusamráðingar, har byrjað verður við blonkum pappíri, sigur flokkurin eftir fundin í dag.