Sambandsflokkurin lýsir ikki til fótbóltsfinalu

Sum tann fyrsti flokkurin boðar Sambandsflokkurin frá, at hann fer ikki at keypa lýsingar í sambandi við finaluna um løgmanssteypið

Sum tann fyrsti flokkurin boðar Sambandsflokkurin frá, at hann fer ikki at keypa lýsingar í sambandi við finaluna um løgmanssteypið

 

Sambandsflokkurin blandar ikki valstríð og ítrótt saman.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen á heimasíðu Sambandsfloksins.

 

– Fríggjadagin og leygardagin 28. og 29. august verða steypafinalurnar í fótbólti spældar, og hava politisku flokkarnir fingið eitt tilboð um at lýsa í sambandi við valstríðið til løgtingsvalið.

 

– Sambandsflokkurin heldur tað ikki verða rætt at blanda politiskt valstríð og ítrótt soleiðis saman, og hevur tí gjørt av ikki at lýsa til steypafinalurnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins.