Sambandsveljarar rýma til vinstru

Nógvir veljarar hjá Sambandsflokkinum venda flokkinum bakið og hyggja til vinstru

Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, vísir eisini hvagar veljararnir hjá flokkunum í 2011 fara. Og hjá stóru samgonguflokkunum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, gongst illa at endurvinna atkvøðurnar hjá teimum, ið valdu flokkarnar seinast.

 

Serliga Sambandsflokkurin letur nógvar atkvøður frá sær, serliga til Javnaðarflokkin. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin letur heili 14 prosent av veljarunum til Javnaðarflokkin. Samstundis siga somuleiðis 14 prosent av teimum, ið valdu Sambandsflokkin á løgtingsvalinum í 2011, seg ikki vita hvønn tey ætla at velja hesa ferð.

 

Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av hesum 14 prosentunum aftur fara at velja Sambandsflokkin, meðan nøkur eisini fara til aðrar flokkar. Einans 59 prosent av veljarunum, ið valdu flokkin í 2011, siga seg velja flokkin aftur, um val var í dag.

 

Hjá Fólkaflokkinum er støðan tann sama. Tó at flokkurin ikki missir eins stórt til nakran einstakan flokk, letur Fólkaflokkurin veljarar til allar hinar flokkarnar, millum 1 og 6 prosent. Men eisini millum tey, ið valdu Fólkaflokkin í 2011, eru 15 prosent, ið siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt, um val var í dag.

 

Hjá Fólkaflokkinum siga 64 prosent av veljarunum í 2011, at teir høvdu valt flokkin aftur, um val var í dag.

 

Tilsamans 1116 veljarar svaraðu veljarakanningini, sum varð gjørd í døgunum 4. og 5. august.

 

Ein longri greining av veljaraflytingunum er at lesa í VikuskiftisSosialinum, ið er til keyps í handlunum í dag.