John Johannessen, løgtingsmaður
Full semja er í mentanarnevndini um, at tað skal vera møguligt hjá føroyingum undir útbúgving at fáa fullan lestrarstuðul í eitt ár, meðan tey eru heima hjá nýføddum ella ættleiddum barni.
Javnaðarflokkurin hevur alt samgonguskeiðið arbeitt fyri at betra um korini hjá forsyrgjarum, ið ynskja at nema sær eina útbúgving.
Hetta tí, at flokkurin hevur ta sannføring, at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møguleikar at velja útbúgvingarleiðina.
Fyrsta úrslitið av hesum er nátt, nú ein samd mentanarnevnd tekur undir við lógaruppskotinum, ið leggur eina farloyvisskipan afturat útbúgvingarstuðulinum.
Næsta stigið verður, at upphæddin á lesrarstuðulinum verður hækkað hjá teimum, ið eiga børn. Hetta verður helst týdningarmiklasti batin. Tí við hesum fær tann lesandi betri møguleika at vera lesandi og forsyrgjari samstundis.
Harvið verða foreldur ikki tvungin út á ófaklærda arbeiðsmarknaðin, men fáa betri møguleika at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvsviðurskifti og forsyrgjarakor í framtíðini.