Útlit eru nú fyri, at samráðingarnar millum danska løgmálaráðharran og føroyska landsstýrismannin í lógarmálum um teirra økir í fullveldismálinum verður hildin í næstum.
Talan er um ein ávegis samráðingarfund, sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórini at koma til Føroya at samráðast.
Embætismannaverkið á løgmansskrivstovuni hevur havt samband við danska forsætisráðið, og væntar sær í dag ella í morgin at fáa at vita, nær tað ber til hjá danska løgmálaráðharranum at koma til Føroya.
Økið skal avgreiðast
Uppskotið, um at ávegis samráðingarfundir skuldu haldast áðrenn sjálvan samráðingarfundin 26. oktober, eigur danski forsætisráðharrin. Hetta skjýtur hann upp í brævi til løgmans 21. juli, tá hann sigur løgmanni, at tað ikki ber til hjá donsku stjórnini at koma til Føroya at samráðast.
Í brævi til danska forsætisráðharran 5. september tekur løgmaður undir við hugskotinum. Men løgmaður setir treytir.
Treytirnar frá løgmanni eru, at partarnir skulu koma til eina endaliga politiska støðutakan fyri heimarætt og borgararættindi, umsitingarligt samstarv og gjaldoyrasamstarv. Harafturat kervur løgmaður, at fundirnir síðani skulu verða hildnir í Føroyum.
Ætlanin er, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, skal samráðast við føroyska fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, um gjaldoyrasamstarvið. Frank Jensen, løgmálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, skulu samráðast um restina.
Eftir, at danska fólkið hevur sagt nei til evruna, og krónan tískil heldur fram at vera gjaldoyra, verður fundurin millum Marianne Jelved og Karsten Hansen mettur at vera óneyðugur.
Sum skilst á landsstýrinum, skulu vit tó vænta, at fundurin millum Høgna Hoydal og Frank Jensen verður veruleiki. Væl at merkja, um danski løgmálaráðharrin áðrenn fundin er sinnaður at finna eina felags politiska støðutakan um tey øki, teir á fundinum skulu samráðast um.
Stjórnin sigur ósatt
Síðani løgmaður sendi danska forsætisráðharranum bræv 5. september, hevur einki formelt brævaskifti verið teirra millum. Og nú knøpp tíð er til samráðingarfundin 26. oktober, eru partarnir farnir at geva hvørjum øðrum skuldina fyri, at eingin av ávegis samráðingarfundunum enn er hildin.
Høgt standandi embætisfólk hjá danska forsætisráðharranum søgdu við Sosialin í gjár, at orsøkin til, at fundurin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal enn ikki er hildin er, at Frank Jensen bíðar eftir einum útspæli frá Høgna Hoydal til fundin. Frank Jensen var sambært embætisfólkunum annars klárur at koma til Føroya á fund.
Hesar grundgevingarnar eru í oyrunum á Høgna Hoydal púra burturvið. Tí føroyingar hava alla tíðina verið klárir at samráðast. Og útspælið, donsku embætisfólkini tosa um, kenna danir frá samráðingarfundunum. Tí heldur Høgni Hoydal tað vera beinleiðis ósatt at siga, at danir bíða eftir føroyingum.