Samráðast í Keypmannahavn

Hóast landsstýrið ætlaði komandi samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna at vera í Føroyum, er nú endaliga avgjørt, at fundurin verður í Keypmannahavn 26. oktober

John Johannessen


Løgmaður og fylgi noyðast enn einaferð til Danmarkar í forsætismálaráðið at samráðast um fullveldisætlanina á útivølli.

Hetta er greitt eftir at løgmaður 5. september sendi danska forsætisráðharranum bræv, har hann staðfestir, at samráðingarnar verða í Danmark sum avtalað í telefonsamrøðu frammanundan.

Á seinasta samráðingarfundinum, sum var tann triðji í røðini, samdust partarnir annars um, at fjóðri samráðingarfundurin skuldi haldast í Føroyum. Seinni komu so boð frá forsætisráðharranum til løgmans um, at best var at halda fundin í oktober, tí ikki bar til at savna donsku lyklaráðharrarnar fyrr enn eftir fólkaatkvøðuna um evruna.


Kunnu kortini ikki savnast

Donsku lyklaráðharrarnir í fullveldissamráðingunum kundu kortini heldur ikki savnast til at koma til Føroya í oktober. Tí hevur danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, gjøgnum telefon boðað løgmanni frá, at tað liggur best fyri at halda samráðingarfundin í Keypmannahavn 26. oktober.

Hesum tekur løgmaður undir við, men í brævinum til forsætisráðharran vísir hann á sína ónøgd um hesa avgerð. Løgmaður sigur seg undrast yvir, at hann er noyddur at staðfesta, at tað ikki ber til hjá forsætisráðharranum at halda lyftið um, at samráðingarnar skuldu fara fram í Føroyum.


Skulu hava úrslit

Løgmaður ætlar sær at samráðingarfundurin í oktober skal geva endaligt úrslit á trimum økjum. Samráðst skal liðugt um ríkisborgararætt og borgararættindi, gjaldoyrasamstarv og umsitingarligt samstarv.

Fyri at náa hesum máli skjýtur løgmaður upp, at spurningurin um skiftistíð ikki kemur á dagsskránna.

Løgmaður vísir á, at tá landsstýrið kann staðfesta, at stjórnin ikki vil samráðast um eina hóskandi skiftistíð hóast avtaluna frá juni 1998, ætlar landsstýrið sær frameftir at arbeiða sjálvstøðugt við hesum máli.


Skulu hava ávegis samráðingar

Áðrenn samráðingarfundin 26.oktober er ætlanin, at danskir ráðharrar og føroyskir landsstýrismenn skulu møtast til at samráðast um ávísar spurningar í ríkisrættarligu samráðingunum.

Løgmaður skjýtur upp, at Frank Jensen, løgmálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hittast at samráðast um borgararættindi og ríkisborgararætt.

Marianne Jelved, búskaparráðharri, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skulu eftir evruvalið hittast at samráðast um gjaldoyrasamstav.

Løgmaður vónar, at hetta fer at gera samráðingarnar 26. oktober munandi lættari.