Samráðingarnar ganga væl, skilst á samráðingarfólkunum. Flokkarnir hava sitið saman síðani mánadagin. Fyrst vóru tað floksformenninir, sum samráddust. Síðani komu nýggju tingbólkarnir uppi, og seinni aftur tey sum møguliga koma á ting sum varatingfólk fyri landsstýrisfólk.
Tey hava sitið saman í ymsum bólkum og orða politikkin, sum verður feldur í samgonguskjalið so hvørt.
Tey sita saman í allan dag til einaferð út á kvøldið. Síðani halda tey frí í morgin, skírisdag og langafríggjadag. Tey møtast aftur leygardagin. Síðani halda tey frí á páskum og taka táttin uppaftur týsdagin.
Tá eru fýra dagar eftir til freistina, sum Beinir Johannesen hevur fingið frá løgtingsforkvinnuni.
Fyrsti tingfundur skal haldast í seinasta lagi 12. yrkadagin eftir løgtingsvalið. Tað er mánadagin 13. apríl. Sum "yrkadagar" telja vanligir gerandisdagar og leygardagar í hesum sambandi.
Tað ber til at samráðst um landsstýrið, fyri tað um løgtigið kemur saman at skipa seg. Men tað er ikki vanligt og valla hugsandi. Tað er tí hugsandi, um samráðingarnar altso bera á mál, at løgmaður verður valdur á tingfundi fríggjadagin 10. apríl ella mánadagin 13. apríl.











