Samráðingar millum USA og Iran byrjaðar í Sveis

Samráðingarnar millum amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, og iranskar umboðsfólk eru nú byrjaðar í Bürgenstock í Sveis.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, kom í morgun til Sveis og heilsaði upp á pakistansku umboðini, sum saman við Katar hava leiklutin sum semingslond í samráðingunum millum USA og Iran. Mynd: Nathan Howard/Reuters

Tað upplýsir uttanríkisráðið í Katar í einari almennari fráboðan sambært AFP.

Katar virkar saman við Pakistan sum semingsland í samráðingunum millum USA og Iran.

Sambært uttanríkisráðnum í Katar er vónin, at fundirnir fara at føra til eina umfatandi og varandi avtalu.

Kríggið millum Ísrael og Hizbollah er ovast á dagsskránni á fundinum, skrivar AFP.

Harumframt verður samráðst um innifrystar ognir uttanlands og møguleikan fyri sølu av iranskari olju.

/ritzau/