Tað segði hann í samrøðu við Fox News sambært Reuters.
Útmeldingin kemur, eftir at bretska blaðið The Observer, við støði í ónevndum keldum í Labour-flokkinum, skrivaði, at Starmer væntandi fer at boða frá fráfaring síni mánadagin.
Í samrøðuni varð Peter Kyle spurdur, um hann helt, at Starmer átti at lagt frá sær, eftir at Andy Burnham fyrr í vikuni varð valdur í bretska parlamentið.
Við valinum hevur Burnham fingið møguleika at bjóða Starmer av í stríðnum um leiðsluna í Labour.
– Tað einasta, eg veit við vissu, er, at hann hevur tosað við sera nógv fólk, eisini meg sjálvan. Samstundis sum hann hevur arbeitt sera hart um vikuskiftið, hevur hann eisini tikið sær tíð at umhugsa tær politisku avbjóðingar og møguleikar, sum hann stendur frammanfyri, segði Peter Kyle.
Trýstið á Starmer er vaksið nógv seinastu vikurnar, og við Burnham í parlamentinum er tað vorðið enn størri.
Burnham verður tikin í eið sum tinglimur mánadagin.
Sambært The Observer siga stuðlar hansara, at hann nú hevur stuðul frá meira enn 201 Labour-tinglimum til at bjóða Starmer av sum floksformanni, um forsætisráðharrin ikki sjálvboðin leggur frá sær.
Starmer segði fríggjadagin, at hann er til reiðar at stilla upp í einum formansvali, um tað verður neyðugt. Hann helt samstundis, at eitt slíkt stríð um leiðsluna hevði kastað Bretland út í politiskt óskil.
/ritzau/










