ÆTTARGRANSKING
Tíðindaskriv
KT Slekt bleiv stovnað 1. februar í fjør. Eitt av endamálum felagsins er at virka fyri at ættargranskingarkeldur verða teldutøkar. Felagið fór beinanvegin undir eina verkætlan, við tí endamáli at fáa allar fólkateljingar teldutøkar.
At fáa allar fólkateljingar teldutøkar er ein stór verkætlan, sum krevur nógv arbeiði av bæði av teimum sum skriva fólkateljingarnar inn í teldu og teimum sum skipa fyri.
KT Slekt fekk fyrr í ár fíggjarligan stuðul frá Føroya Sparikassa uppá kr 40.000, sum eru ætlaðar til at samskipa verkætlanina við at fáa fólkateljingarnar teldutøkar.
Nú hava KT Slekt og Landsskjalasavnið gjørt eina samstarvsavtalu, sum í høvuðsheitum áleggur Landsskjalasavninum ímóti samsýning at veita fakliga vegleiðing til tey sum skriva fólkateljingarnar inn á teldu. Tað áliggur limunum í KT Slekt at skriva fólkateljingarnar inn á teldu.
Endamálið við samstarvsavtaluni er at KT Slekt fær fakliga vegleiðing í keldutilfari og samskipan av innskrivingini. Landsskjalasavnið fær aftur fyri rættin til at brúka allar teldutøku fólakteljingarnar.
Tað er eyðsæð at samstarvsavtalan gevur Landsskjalasavnium eyka arbeiði omaná vanliga arbeiðsdagin. Tí kemur stuðulin frá Gávugrunni Føroya Sparikassa sera væl við. Ætlanin er at verkætlanin er liðug í 2005.
Skeiðvirksemið
Tað sita longu fleiri og skriva fólkateljingar inn á teldu. Men fyri at fáa enn fleiri við í verkætlanina, skipar felagið fyri skeiðum í innskriving.
Innskrivingin ferð fram í einum forriti sum eitur WinKip, sum er danskt og sum felagið hevur fingið loyvi til at nýta til endamálið. Eitt skeið verður í Rúnavík og eitt verður í Havn. Bæði skeiðini verða í endanum í november.
Lýst verður á heimasíðu felagsins.
Virkin heimasíða
Allir limir í KT Slekt fáa atgongd til teldutøku fólkateljingarnar so hvørt tær eru liðugt innskrivaðar. Í løtuni eru fleiri enn 120 bygdir tøkar á heimasíðu felagsins, sum er www.genealogi.fo.
Nevnast kann eisini at felagið KT Slekt er farið undir aðrar verkætlanir.
Millum annað hevur ein sum endamál at fáa allar gravir í øllum kirkjugørðum í Føroyum teldutøkar.
Felagið KT Slekt hevur í dag fleiri enn 250 limir, sum á heimasíðu felagsins javnan møtast á kjaktorginum ella leita í nógva forkunnuga tilfarinum.