Samstarv við virðing fyri hvørjum øðrum

Fær Sambandsflokkurin umboð á fólkating, fara vit niður fyri at samstarva. At senda umboð fyri flokkar sum vilja hesum samstarvi til lívs gagnar ongum - tað hava vit fingið óteljandi prógv fyri.

Edmund Joensen
??????????????
Saman standa vit sterkari. Tað hevur verið er ein grundhugsjón hjá Sambandsflokkinum, og henda hugsjón er enn grundarlagið undir okkara politikki.
Tað sum eyðkennir altjóða politikk í dag er júst samstarv av øllum slag og tvørtur um landamørk. Altjóða samstarvið byggir á viðurkenning av, at allir partar fáa meir burtur úr bæði framleiðslu, samhandli, umhvørvi og mentan við at gera gagn av møguleikunum hjá hvørjum øðrum.
Eyðkennið fyri Sambandsflokkin hevur verið, altíð at lagt rygg til veruligan politikk, tá ið á stóð. Tað fara vit eisini at gera framyvir. Á fólkatingi fara vit at vera røddin hjá landsstýri og løgtingi nú nýskipanir skulu henda í ríkisfelagsskapinum, flog-vallaútbygging fremjast og so framvegis.
Sambandsflokkurin fer á fólkatingi í eitt erligt og fremjandi samstarv, sum gagnar føroyska samfelagnum og ríkisfelagsskapinum í síni heild.