Samstarvsavtala um integratión er undirskrivað

Á fundinum í samstarvsnevndini, sum er mannað við borgarstjórunum í luttakandi kommununum, greiddi Sóley Sjúrðaberg frá arbeiðnum higartil

Mikudagin 17. juni 2026 møttust borgarstjórarnir í norður-/eysturøkinum til fyrsta fundin í nevndini fyri nýggja samstarvið, sum fevnir um Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunur, og her varð samstarvsavtalan undirskrivað.

 

Í samband við, at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg, er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026. Hin 1. mai byrjaði Sóley Sjúrðaberg í starvinum sum integratiónssamskipari fyri norður-/eysturøkið.

 

Á fundinum í samstarvsnevndini, sum er mannað við borgarstjórunum í luttakandi kommununum sum føstum limum, greiddi Sóley Sjúrðaberg frá arbeiðnum higartil og samskifti við borgarstjórarnar um viðkomandi spurningar og avbjóðingar.

 

Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður eitt nú at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja, at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.

 

At enda á fundinum skrivaðu borgarstjórarnir undir samstarvsavtaluna.

 

Á myndini omanfyri síggjast Ólavur F. Nybo, borgarstjóri í Kunoyar kommunu, Per Martin Gregersen, bogarstjóri í Eysturkommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. 

Símun Gullaksen, borgarstjóri í Fugloyar kommunu vantar á myndini.