Samtak saknar javnstøðu í løgmansrøðuni

Sum heild kann sigast um løgmansrøðuna, at tann stóra framgongdin er komin ávísum samfelagsbólkum ov lítið til góðar, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi í Samtaki. Samtak rósar løgmanni fyri at nevna pensjónir, tryggingarlóggávuna og náttúruvernd í røðuni, men sigur seg millum annað sakna umrøðu av javnstøðu og tað skeiva kynsbýtið í Føroyum

LØGMANSRØÐAN





Í dag byrjaði Løgtingið at viðgera »frágreiðing løgmans á ólavsøku«, sum løgmansrøðan hjá Jóannesi Eidesgaard eisini verður nevnd.

Feløgini í Samtaki - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag - halda, at røða løgmans kann býtast í tveir partar. Ein jaligan og ein neiligan.

Sum heild ber til at siga, at sambært Samtaki gjørdi løgmaður meira burtur úr »hvat« enn »hvussu«.

- Røðan bar brá av, at løgmaður skuldi siga, hvat hann hevur gjørt, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi í Samtaki.

Hon fegnast um, løgmaður nevndi, at Landsstýrið fer at leggja fram lógaruppskot um at tryggja tímaløntum endurgjald fyri inntøkumiss í sambandi við fyrsta sjúkradag hjá barni. Somuleiðis sigur ráðgevin, at Samtak tekur undir við at skipa eitt vælferðarráð, og at stig verða tikin á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Úr Samtaki verður eisini sagt, at tey gleðast um, at Landsstýrið arbeiðir við at loysa penssjónsspurningin, men ov lítið ítøkiligt kom fram um hetta í røðuni, metir Sonja Jógvansdóttir.

Hon nevnir eisini, at talið av ellis- og røtarheimsplássum er hækkað, men spyr samstundis, um hetta kortini nøktar og samsvarar við veruliga tørvin.

Harafturat rósar Samtak løgmanni fyri at lova at gera nakað við tryggingarlóggávuna, at bøta um støðuna hjá einligum forsyrgjarum og at koma við einum familjupakka.


Vantandi javnstøða og útgreining av inntøkum


Hinvegin ljóðar frá Samtaki, at tey veruliga sakna, at javnstøða varð umrødd í røðuni frágreiðingini hjá løgmanni til tjóðina.

- Hetta var løgið og sigur nakað um, hvussu Landsstýrið raðfestir, sigur Sonja Jógvansdóttir um ta vantandi umrøðuna av javnstøðu í løgmansrøðuni.

Hon sigur seg eisini undrast á, at spurningurin um tær 2000 kvinnurnar, ið »vanta« í hagtølunum í Føroyum, heldur ikki varð nevndur í røðuni.

- Tað, sum eg ordiliga sakni í røðuni, eru rokningar av, hvat føroyingar tjena, og um virðini verða rættvíst býtt. Men kanska kann eitt vælferðarráð gera hetta, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum eisini nevnir skattaviðurskiftini í Føroyum, men ásannar, at her kunnu fakfeløgini eisini taka í egnan barm fyri ikki at hava gjørt nóg nógv við hetta.

- Men ov lítið ítøkiligt varð sagt um skattaviðurskiftini, sigur hon.

Harafturat er Sonja Jógvansdóttir ivasom um at lata føroyska arbeiðsmarknaðin upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, sum løgmaður róði fram undir í røðuni á ólavsøku. Men eisini her viðgongur hon, at fakfeløgini eiga at taka í egnan barm og nevnir m.a., at fakfeløgini eiga at at upplýsa um fakfelagsviðurskifti, rættindi og skyldur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesi eru evni, ið útlendingar kunnu verða lítið tilvitaðir um.



Ynskilisti eftir valið



Eitt annað, ið Samtak metir merkir føroyska samfelagið sum heild, er, at lógaverkið er afturútsiglt í mun til okkara grannalond. Í hesum viðfangi nevnir samskiftisráðgevin m.a. almannalóggávu og. t.d. forsorgarlógina.

Men av tí at løgtingsval skal haldast í seinasta lagi í januar, væntar Sonja Jógvansdóttir, at Samtak eftir valið fer at gera sum eitt nú LO í Noregi og leggja fram ein »ynskilista« við boðum uppá, hvat fakfeløgini meta treingir til ábøtur í samfelagnum. Enn vil hon ikki nágreiniliga siga, hvussu ein tílíkur listi fer at síggja út, men t.d. kundi øðrvísi skattapolitikkur verið nevndur á einum slíkum, greiðir Sonja Jógvansdóttir frá.

- Sum heild kann sigast um løgmansrøðuna, at tann stóra framgongdin er komin ávísum samfelagsbólkum ov lítið til góðar, sigur Sonja Jógvansdóttir, ið heldur hetta serliga síggjast aftur í almanna- og skattalóggávuni.

- Teimum veiku bólkunum hevur Landsstýrið ikki tikið sær so væl av, sigur samskiftisráðgevin í Samtaki at enda.




-- -- -- -- -- -- -- -- --

MYNDATEKSTUR



Javnstøða og øðrvísi skattapolitikkur verða helst tvey av uppskotunum, sum Samtak fer at bera út í Tinganes eftir valið.

Teimum veiku bólkunum hevur Landsstýrið ikki tikið sær so væl av, ljóðar frá Samtaki


Savnsmynd: Jens Kr. Vang