SAS gevst við Nuuk

- SAS hevur avlýst flúgving til Nuuk restina av hesi sesongini, veit tíðindasíðan, Check-in.dk, at siga

Tað var eftir, at nýggja floghavnin í Nuuk varð latin upp, at SAS byrjaði aftur at flúgva til grønlendska høvuðsstaðin.

 

- Í juni í fjør vórðu fleiri flogferðir avlýstar, og prísirnir fyri restina av sesongini fóru upp ígjøgnum, veit Sermitsiaq at siga í dag.

 

Nú veit tíðindasíðan um flúgving -  Check-in.dk - at siga, at SAS fer at gevast við flogrutuni millum Keypmannahavn og Nuuk.

 

Sambært SAS, sum Sermitsiaq endurgevur, er orsøkin, at brennievnið er vorðið so dýrt. 

 

Sermitsiaq veit at siga, at hyggur tú í SAS-booking í dag, ber ikki longur til at bóka ein ferðaseðil úr Keypmannahavn til Nuuk.

 

- Vit arbeiða við at fáa viðmerkingar frá SAS um málið, leggur Sermitsiaq aftrat á sínari tíðindasíðu í dag.