Zelenskyj: - Ukraina hevur stóran tørv á loftverju

- Ukraina hevur fyri neyðini amerikanskar loftverjuskipanir ímóti ballistisku russisku rakettunum, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at landið nú hevur stóran tørv á loftverjurakettum.

 

Hesar rakettir verða brúktar til at skjóta niður russiskar dronur og rakettir, sum Russland sendir eftir Ukraina.

 

Hetta skrivar ukrainski forsetin í einum brævi til amerikanska forsetan og kongressina.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at Ukraina hevur fyri neyðini amerikanskar loftverjuskipanir.

 

- Tað er serliga ímóti ballistisku rakettunum úr Russlandi, at tørvur er á amerikansku skipanini, verður lagt aftrat.