Leygarkvøldið tann 19. februar 1977 fór bretski trolarin “Scottich Princess” á land á Skarvatanga við Froðba.
Trolarin var júst komin úr Bretlandi og hevði ikki verið til fiskiskap. Hann var á veg inn á Tvøroyri.
Sjóverjuskipið “Beskytteren”, sum lá á Tvøroyri tá óhappið hendið, fór beinanvegin til hjálpar. Fyrst varð roynt at fáa ein gummibát yvir at trolaranum, men hetta miseydnaðist, orsakað av teimum stóru brotunum.
Støðan var hættislig, men tað eydnaðist at skjóta eina línu umborð og øll manningin, 11 í tali, varð stjórað í land.
Manningin gisti á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnunáttina, og mánadagin fóru teir aftur til Skotlands við flogfari.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1977