Segði aldrin eitt orð um at hann føldi seg illa

Nú er hann farin, og friður verður við honum

Vinjard Johansen hevur aldrin sagt eitt orð um, at hann føldi seg illa í Miðflokkinum.

 

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

Tað kom eitt sindur óvart á tey flestu, tá ið Vinjard Johansen í Saltangará purraði fólk út í gjáramorgunin við tíðindunum um, at hann nú fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

 

Hann hevur annars verið virkin í Miðflokkinum síðani 2004. Og hann hevur verið ein av oddafólkunum í Miðflokkinum, tí hann hevur sitið í nevndini og hann hevur eisini í fleiri ferðir sitið á Løgtingi sum varamaður fyri flokkin.

 

 

Les eisini: Rýmir úr Miðflokkinum í Sambandsflokkin

 

 

Hetta kemur eitt sindur óvart á Jenis av Rana. Kortini sigur hann, at tað er eitt hálvt ár síðani, at hann hoyrdi eitt graml um, at Vinjard Johansen var á veg upp í Sambandsflokkin. Hinvegin sigur hann, at hann visti ikki av, at Vinjard Johansen var ónøgdur við viðurskiftini í Miðflokkinum.

 

- Vinjard Johansen hevur aldrin grett eitt orð um, at hann var ónøgdur, staðfestur Jenis av Rana.

 

Og hann viðgongur, at serliga grundgevingarnar um, at Miðflokkurin ikki er nóg sambandskur, kemur óvart á floksformannin.

 

Hann sigur, at hann visti ikki, hvørja støðu, Vinjard Johansen hevði til ríkisfelagsskapin, av teirri einføldu orsøk, at hann hevur ikki tikið tey viðurskiftini upp á tunguna í flokkinum.

 

Jenis av Rana vísir eisini á, at Miðflokkurin er ein flokkur, sum hevur nøkur kjarnuvirði, og tað eru tey etisku og moralsku málini.

 

- Í  teimum málunum er flokkurin ikki at vika. Men øll onnur mál koma í aðru røð, sum hava minni týdning, og í teimum málunum stendur tað øllum í Miðflokkinum frítt fyri at hava hvørja støðu, tey vilja hava.

 

- So eitt er at hann fer úr Miðflokkinum, og nú er hann farin, og friður verður við tí. Men hann skuldi havt funnið sær onkrar aðrar grundgevingar, tí ríkisrættarligi spurningurin er ikki nøkur forðing hjá nøkrum fyri at vera í Miðflokkinum. Tað er nevniliga eitt mál, sum er í aðru røð í flokkinum, har tað stendur hvørjum frítt fyri at hava sína egnu meining, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Jenis av Rana væntar, at helst var hetta bara ein funnin frensur fyri at kunna skifta til ein flokk, har hann kanska heldur seg hava betri møguleikar fyri at sleppa á ting, leggur hann afturat.

 

Á seinasta løgtingsvali fekk Vinjard Johansen 110 atkvøður.