Seinasta mánaðin hevur Kári fyrireikað skúlaárið

- Hann tók við starvinum sum leiðari hin 1. august og hevur farna mánaðin fyrireikað komandi kvøld- og ungdómsskúlaárið, siga tey í Runavíkar kommunu

 

Runavíkar kommuna hevur sett Kára Sverrisson í starv sum leiðara fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla.

 

- Kári Sverrisson hevur læraraútbúgving, BA prógv í listarligum arbeiði, skeið í undirvísingarlæru fyri lærarar í frítíðarundirvísingini og skeið at undirvísa í børnum í talvi, School Chess Certificate frá European Chess Union.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Kári hevur starvast sum fólkaskúlalærari síðan 2008 og sum kvøldskúlalærari síðan seinna helming av nítiárunum, serliga innan tónleika- og talvundirvísing.

 

Lagt verður aftrat, at Kári Sverrisson hevur drúgvar undirvísingarligar royndir umframt royndir at fyriskipa og samskipa, bæði sum lærari, tónleikari og útgávufólk.

 

Kári Sverrisson tók við starvinum sum leiðari fyri Runavíkar kvøld- og ungdómsskúla hin 1. august og hevur farna mánaðin fyrireikað komandi kvøld- og ungdómsskúlaárið.

 

- Komandi skeiðini eru løgd á heimasíðu kvøldskúlans, www.kurk.fo Tilmeldingin til kvøldskúlaárið 2025/26 letur upp mikudagin hin 1. oktober klokkan 18, siga tey í Runavíkar kommunu.