Í dag verður árligi Seinsummardagurin hildin í Sandavági.
Tað er Sandavágs Ítróttarfelag, sum skipar fyri degnum, har ítróttur, tónleikur, matsøla og hugnalig samvera eru á skránni.
Tiltakið byrjaði longu í gjár við súkklukapping fyri børn, og í dag heldur skráin fram.
Seinsummardagurin er vorðin eitt afturvendandi tiltak, har bygdin savnast til ein dag við ymsum aktivitetum og undirhaldi.











