Selt trý verk til Statens Kunstfond

Yngsta føroyska listafólkið, ið var við á stóru listaframsýningini á Den Frie í Keypmannahavn, Rannvá Kunoy, listakvinna, úr Havn, hevur fingið góð ummæli í donskum bløðum

Føroysk listafólk eru væl umtókt í Danmark. Tey sýna javnan fram á gallaríum og á stórum framsýningum. Í 1976 var ein stór føroysk listaframsýning á Den Frie, og 10 ár seinni, í 1986 var aftur ein stór framsýning, ið vísti breiddina í føroyskari list. Tað var á Nikolaj, og ikki fyrr enn nú hava føroyingar aftur verið á ferð í Danmark. Hesa ferð á stóru framsýningini, Færøsk kunst, á Den Frie í Keypmannahavn, ið læt aftur í farnu viku.

Í Jyllandsposten í vikuni, ummælir Bent Irve føroysku framsýningina. Og hann er hugtikin, serliga av unga ættarliðnum av listafólki, ið er á veg.

- Eitt tað mest áhugaverda á framsýningini er unga Rannvá Kunoy, ið við blýanti teknar spennandi landsløg av innarakroppi. Hon verður ivaleyst ein teirra, sum fer at umboða nýggja ættarliðið av listafólki, ið er við at koma fram. Tað hevði verið gott, um nýggja ættarliðið var komið longri, enn tað er, men soleiðis er støðan ikki. Nakað nýtt er kortini heilt týðiligt á veg.

Statens Kunstfond hevur keypt trý verk hjá 23 ára gomlu Rannvá Kunoy. Rannvá er í ferð við at gera seg lidna við B.A. í Fine Art í Onglandi. Hon er sum ein av teim heilt fáu sloppin ígjøgnum nálareygað inn á Royal College í Onglandi at taka Master Degree. Í summar hevur hon einkarframsýning í Listaskálanum.


Nýtt ættarlið

- Henda framsýningin boðar frá eini rúkandi menning og eini uppgerð frá teimum meiri grundleggjandi dygdunum í føroyskari list. Nýggj fólk eru á veg inn á pallin, og gomlu virðini eru komin undir kritisk eygu, sigur Bent Irve.

- Vit hava lært oyggjarnar at kenna ígjøgnum listafólkini, ikki minst umvegis landslags- og bygdamyndir. Motivið við húsum, fjøllum og havi. Nú treingja onnur motiv seg inn á.

- Sjálvsagt, tá ið talið á virknum listafólki er avmarkað, er tað natúrligt, at gomlu royndu listafólkini eru við, tá ið føroysk list skal vísast fram. Á framsýningini á Den Frie er eisini størsti málarin í Føroyum, Ingálvur av Reyni, umframt yngri, men kortini kend nøvn.

- Nógvu nýggju listafólkini, ið vit læra at kenna á framsýningini, hava ikki føroyska landslagið ovast á breddanum. Flestu teirra koma frá listhandverkinum, har áhugin fyri sjálvum tilfarinum er lógligur. Hetta eru listafólk, sum verða stimbrað av einum meiri óbeinleiðis listformi, ið ikki bindir.