Rógvi Nielsen, smiðjumeistari í Vestmanna, hevur ment eina nýggja blóðgimaskinu, sum brúkt verður til alifisk. Norðmenn hava higartil keypt tríggjar maskinur, og teir láta heilt væl at royndunum, sigur uppfinnarin.
Maskinan er einfald í síni uppbygging. Men tað kolveltandi við henni er, at hon brúkar ikki vatn til at lata fiskin bløða í. Hann bløðir á turrum. Soleiðis verður umhvørvið spart fyri alt tað klorið, ið annars varð latið út í vatnið, ið brúkt varð at bløða í. Og tað var ikki smávegis, sigur Rógvi Nielsen.
Maskinan arbeiðir soleiðs, at fiskurin verður køldur niður í kørum, áðrenn hann kemur til sjálva blóðgingina. Fiskurin gerst eisini róligari, tá hann kølnar. Tá fiskurin kølnar, setir blóðið at hjartanum, sum situr frammi við táknurnar.
Síðan verður hann koyrdur í sjálva maskinuna, har tveir knívar verða stungnir undir kápuna, so hann bløðir. Eisini fær hann eitt slag í høvdið, so hann dovnar heilt. At enda verður hann settur eftir høvdinum í eitt kar, har hann so stendur og bløðir út á turrum. Blóðið verður savnað í kør og skal ikki veitast burtur gjøgnum vanlig frárensl, men savnast og burturbeinast aðrar vegir.
Hetta, at lata fiskin turrbløða, hevur fleiri fyrimunir, vísir Rógvi Nielsen á. Í fyrsta umfari tekur tað bara einar fimm minuttir hjá fiskinum at bløða út. Tá hann bløddi í vatni, vardi tað umleið eini trý korter ella so, sigur hann. Umframt skuldi so alt vatnið, ið brúkt varð, skiftast út regluliga.
Rógvi Nielsne, sum í 13 ár var tekniskur leiðari á Vestsalmon, greiðir frá, at har var talan um at skifta umleið fimm til átta tons av blóðvatnið um tíman. Í blóðinum situr møgulig smitta, fiskurin hevur. Eitt nú ILA. Hetta skal so eisini sóttreinsast við klori. Og bara á virkinum, har Rógvi Nielsen arbeiddi, vórðu eini átta tons av klori um vikuna slept á sjógv saman við blóðvatninum.
?Tað sigur seg sjálvt, at um alt landið verður hetta til eina stóra nøgd. Hesum sleppa vit undan, nú blóðið ikki verður latið í vatn, men savnað aðrastðani, vísir Rógvi Nielsen á.
Tvær av blóðgimaskinunum, sum seldar eru til Noregs, hevur stóra alifyritøkan Pan Fish keypt, sigur Hógvi Nielsen. Tann triðja, sum sett varð upp í september, er seld einum øðrum felag.
Hann sigur frá leiðsluni hjá Pan Fish, at teir hava ongar klagur fingið um maskinurnar yvirhøvur, og at tær rigga avbera væl.
Pan Fish savnar, sum ætlanin eisini er við maskinuni, alt blóðið úr alifiskinum. Og nú arbeiða teir seriøst við ætlanunum um at gagnnýta hetta blóðið. Ætlanir eru um at byggja eit virki við síðuna av kryvjivirkinum, har blóðið skal viðgerast og nýtast í parfumuídnaðinum, sigur Rógvi Nielsen.
Enn er eingin maskina seld í Føroyum, sigur hann. Grundin man vera tann trupla støðan, alivinnan her heima er í í løtuni, verður mett.
Men nú verður farið ein rundtúr til føroysku kryvjivirkini at at gera eitt søluátak, sigur Rógvi Nielsen.
Hann sigur, at nýggja blóðgimaskinan kostar umleið 700.000,- krónur, tá hon er klár at seta í gongd.