- Nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna
Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmaður
Evni: Nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna
Spurningar:
1. Hvørjar metingar ger landsstýrið sær um búskaparstøðuna hjá tí almenna (land og kommunur), í løtuni og um 3-5 ár, og er tørvur á t.d. reformum, nýskipanum, sparingum, nýggjum inntøkum ella kombinatiónir av hesum?
2. Arbeiðir landsstýrið við nakrari ætlan fyri komandi 3-5 árini um at loysa búskaparligu haldføristrupulleikarnar hjá landinum og kommununum?
Um ja: hvørjar ætlanir er talan ítøkiliga um?
Um nei: hví verður ikki arbeitt við slíkum ætlanum?
3. Fer landsstýrið at seta eina fakliga óhefta bygnaðarnevnd, við m.a. uttanhýsis serfrøðingum, at útgreinað og koma við tilmælum um nýskipanir og bygnaðarbroytingar?
4. Hevur landsstýrið givið boð til aðalráð og almennar stovnar um at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar, nú støðugt hall er á fíggjarlógini - ella fyriliggur nøkur ítøkilig ætlan um at gera tað?
5. Nær fer ætlaða hækkingin í pensjónsaldrinum til 70 ella 72 ár fullan virkna og hvussu stórar upphæddir er talan um at spara í pensjónum?
6. Hvussu ætlar landsstýrið at virka so fyri, at kommunurnar gerast førar fyri at fíggja eldraøkið komandi 5-10 árini, sum alsamt gerst tyngri?
7. Hevur landsstýrið ætlanir um, við lóg ella á annan hátt, at leggja verandi kommunur saman í størri eindir, sum er ein týðandi fortreyt fyri nýskipan og bygnaðarbroytingum hjá tí almenna?
Viðmerkingar:
Tað er greitt longu nú - við tí búskaparstøðu, sum vit standa í og við teimum útlitum sum eru - at vit kunnu ikki bara lata standa til og láta sum um, at alt er gott og trygt búskaparliga í Føroyum.
Tað almenna hevur ein stóran búskaparligan haldføristrupulleika og eitt bygnaðarligt hall hjá landskassanum. Hetta merkir, at tað vísir seg at vera ein permanent negativ ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur - útreiðslurnar yvirhála á hvørjum ári í alt størri mun inntøkurnar. Talan er um hall í bestu tíðum við nærmast ongum arbeiðsloysi og búskaparvøkstri, og harvið eitt alment virksemi, sum partvíst verður lánifíggjað, og tískil íkemur ein rentuberandi skuld, sum er vaksandi. Føroyski búskapurin er eisini undir trýsti upp á ymiskar mátar vegna inflatión og rentuhækkingar.
Viðmerkjast kann, at ein hækkan av pensjónsaldrinum ikki fær fíggjarligan virkna fyrr enn um eini 10-15 ár, og nógvir pensjónistar arbeiða longu eftir 67 ára aldur og upp til umleið 73 ár. Tí verður neyðugt við heilt øðrum tiltøkum og reformum longu frá nú av. Tað verður ikki nóg mikið við búskaparvøkstri, nøkrum smærri sparingum og tálman, smáum umraðfestingum ella at framleiða okkum burturúr haldføristrupulleikunum - til tess eru trupulleikarnir ov stórir og tí skal meira og annað grundleggjandi til eisini. Málið upp á stutt sikt er at tálma og steðga stóra útreiðsluvøkstrinum.
Vit fara heilt einfalt ikki at hava fíggjarliga orku til at halda fram við núverandi samfelagsbygnaði og skipanum, ella halda fram við at kompensera við pengum ístaðin fyri at fremja neyðugar nýskipanir og bygnaðarbroytingar - og samstundis varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag. Upplýsast kann, at meginparturin av stóra búskapar-vøkstrinum í Danmark og teirra sterka búskapi, gjøgnum nógvu árini, kann forklárast við leypandi reformum í eini 30 ár (reformpolitikkur) - nakað, sum nærmast er ikki-eksisterandi í Føroyum.
Tað er trupult hjá politisku skipanini at vita nágreiniliga, hvar skilagott ella mest upplagt er at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna sum heild og samstundis tryggja, at talan ikki verður um at skapa verri tænastustøði, men heldur betri og bíligari tænastur.
Sambandsflokkurin legði fyri Løgtingið eitt uppskot til samtyktar, dagfest 4. oktober 2023, har heitt varð á landsstýrið um at seta eina nevnd við óheftum serfrøðingum at lýsa og kanna og leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvørjir møguleikar eru í almenna geiranum at fremja neyðugar nýskipanir, bygnaðarbroytingar og betri almennar tænastur við støði í ítøkiligum arbeiðssetningi frá landsstýrinum til nevndina.
Hetta uppskotið fall, og í álitinum frá minnilutanum hjá samgonguni eru nærmast bara undanførslur fyri ikki at kanna møguleikarnar fyri nýskipanum og at endurskoða bygnaðin innan tað almenna, sjálvt um verandi bygnaður í miðfyrisitingini hevur virkað síðan 1998 ella í umleið 27 ár, uttan nakra endurskoðan. Men síðan sigur minnilutin í álitinum, at tey eru eisini kunnað um, at landsstýrið arbeiðir við líknandi uppskoti. Ein politisk útmelding er nýliga komin frá løgmanni um eitt Nýskipanarráð og eina Nýskipanardeild - uttan at uppgávurnar hjá hesum eindum er ítøkiliga nágreinaðar.
Endamálið við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum var:
• at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið
• at betra samstarvið og samskipanina millum tað almenna og vinnuna
• at betra um búskaparliga haldførið í samfelagnum
• at tryggja eitt kappingarført samfelag
Stóri búskaparvøksturin hevur seinastu 10 árini uttan iva havt við sær, at vit hava sloppið okkum undan at gera neyðugar nýskipanir og bygnaðarbroytingar, meira hald-góðar loysnir o.a. Men vit kunnu ikki longur ignorera trupulleikar og avbjóðingar í samfelagnum, sum krevja nakað av politisku skipanini.
Ovurstóri búskaparvøksturin hevur havt við sær, at vit seinastu árini hava játtað 100-tals milliónir til almennu skipanirnar, sum kompensatión fyri vantandi nýhugsan - hetta á so at siga øllum økjum. Kunnu vit t.d. siga, at okkara almannaøki ikki kundi sæð øðrvísi út, enn tað ger í dag, har tað í høvuðsheitum er skipað eftir útlendskum leisti? Sjálvandi kundi tað tað, um vit høvdu sett okkara egnu standardir fyri, hvussu vit skipaðu økið. Sama spurning kunnu vit seta til, hvussu vit hava skipað okkara eldraøkið, undirvísingarøkið, barnaverndarøkið, barnaansingarøkið, heilsuøkið, psykiatriina, rehabiliteringina o.a.
Búskaparráðið, Landsbankin og harafturat nakrir almennir stovnsleiðarar hava seinastu tíðina eftirlýst, at politiska skipanin tekur búskaparligu haldføristrupulleikarnar í størri álvara og setur í verk nakrar reformar og nýskipanir.
Um so er, at politiska skipanin framvegis sýnir passivitet, ja so kann tað enda við, at bæði land og kommunur koma í enn størri búskaparligar trupulleikar og í ringasta føri eina búskaparkreppu, sum kemur at hava við sær óneyðuga skaðilig árin á vælferðar-samfelagið.
Á Løgtingi, 26. mars 2025
Johan Dahl