Seinnapartin í dag skrivaðu leiðslan í SEV og leiðslurnar í MT Højgaard Føroyar og J & K Petersen Contractors undir ein sáttmála, sum setir skjøtil á Eiði 2 Nýggi stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, hevur longu sitið við borðið og verið við til at gjørt fyrstu avtaluna fyri SEV, sjálvt um hann ikki tekur við fyrr enn ársskiftið.
Talan er um byggisáttmála av norðara parti av Eiði 2, sum sambært sáttmálanum kostar 44,4 milliónir krónur. Arbeiðið fer í gongd fyrst í komandi ári, skrivar SEV í tíðindaskrivi.
Norðari partur av Eiði 2 fevnir um at leingja tunnilin, sum gongur úr Eiðisvatni suður um Norðskálatunnilin vestarumegin á Eysturoynni.
Tunnilsstrekkið úr Eiðisvatni gongur sum er
6,6 kilometrar suðureftir, og tað skal leingjast 2,5 kilometrar upp í 9,1 kilometrar. Tunnilin endar sostatt í fyrstu atløgu ein hálvan kilometur sunnan fyri munnan á Norðskálatunlinum. Sáttmálin fevnir eisini um at gera ein vegatein oman til eitt arbeiðspláss skamt niðan fyri munnan á Norðskálatunlinum.
Tá norðari partur av Eiði 2 er liðugur, verður mett, at framleiðslan á Eiðisverkinum økist 10 prosent - úr 40 milliónum kilowatt-tímum upp í góðar 44 milliónir kilowatt-tímar um árið.
Seinni er ætlanin at halda fram at bora tunnilin níggju kilometrar afturat suður til Selatraðar, um Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi til tað, tá árinskanningarnar eru gjørdar.