Sólskinssøgan í Sarpugerði heldur fram. Í dag var tað næstbesta liðið, sum vann 2-0 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar oftast at spæla heimadystirnar uppi á Brekku í Leirvík. At teir ikki gjørdu tað í dag komst av, at ÍF í dag átti heimavøll í Leirvík. ÍF spældi á heimavølli í Leirvík, tí graslíki í Fløtugerði í Fuglafirði verður í løtuni útskift.
Eftir 17 umfør er Víkingur næstfremst í 1. deild. Víkingur hevur 39 stig, og tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið.
Meiri enn helmingurin av teimum fyrstu ellivu á liðnum hjá Víkingi í dag eru yngri enn 20 ár. Tveir av teimum, sum vórðu skiftir inn, eru 16 ára gamlir, og ein innskiftari í dag er 17 ára gamal.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Rani Hansen, sum legði heimaliðið framum. Tað var eftir sending frá Óla Kristian Skála Jacobsen. Hetta var 10. málið í ár hjá Rana Hansen.
Eitt lítið korter undan leikloki var tað 18 ára gamli Fríði Gertsson Jarnskor, sum skoraði 2-0 málið. Uppleggið átti 16 ára gamli Markus Højgaard. Fríði Gertsson Jarnskor hevur higartil í ár skorað 9 mál í næstbestu deildini.
FC Hoyvík hevur 17 stig og er á 9. plássi. Tað er eitt stig fram til HB.
Í dag var William Emil Klein fyri fyrstu ferð í ár á liðnum hjá FC Hoyvík. Har spældi hann síðsta heyst seks dystir.
Leygardagin um eina viku fara bæði Víkingur og FC Hoyvík aftur í eldin. Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ, og FC Hoyvík fær vitjan av FC Suðuroy.











