Verður vitjanin veruleiki, verður tað fyrstu ferð í fýra ár, at Harry kemur til Bretlands saman við allari familjuni.
Sambært The Telegraph er endamálið við ferðini at varpa ljós á komandi Invictus Games, ítróttarkappingina fyri krígsveteranar, sum Harry stovnaði í 2014. Talsfólk hjá Harry hevur tó ikki viljað váttað tíðindini.
Enn er ógreitt, um Charles kongur fer at hitta abbabørn síni undir vitjanini. Tað hevur hann bara gjørt einaferð áður, tá familjan var í Bretlandi í sambandi við platinjubileið hjá Elizabeth drotning í 2022.
Harry og Meghan løgdu kongaligu skyldurnar frá sær í 2020 og fluttu til Kalifornia í USA. Síðani hava tey alment greitt frá trupulleikum í sambandinum við bretska kongshúsið, men Harry hevur samstundis sagt, at hann framvegis metir seg vera part av kongaligu familjuni.
/ritzau/











