Shell ikki við í oljuleitingini við Føroyar

-

Shell, eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hevur avgjørt ikki at vera við í oljuleitingini við Føroyar. Hesa avgerð hevur felagið tikið eftir at hava mett um, hvar í heiminum framtíðar íløgur felagsins koma best við. Hitt risastóra oljufelagið, sum Shell hevur samstarva við á Føroyaøkinum - BP Amoco - hevur tvørturímóti gjørt av at prioritera Føroyaøkið og Atlantsmótið sera høgt


Shell hevur líka síðani altjóða oljuvinnan fór at vísa Føroyum ans, verið eitt av luttakandi feløgunum. Felagið hevur í sínum samstarvi við BP Amoco brúkt fitt av peningi til at keypa og útgreina innsavnað tilfar, eitt nú seismikk, á føroyska landgrunninum. Hóast Shell nú gevst - í hvussu er fyribils - so heldur BPAmoco fram við sínum virksemi í Føroyaøkinum. Felagið metir, Føroyaøkið sum sera áhugavert, ikki minst nú markið er komið uppá pláss og fyrsta útbjóðingarumfarið stendur fyri framman.

Brian Mitchener sum stendur á odda fyri kanningunum hjá BP Amoco á Atlantsmótinum og harvið eisini Føroyaøkinum, sigur, at teir halda fram við sínum kanningum við tí fyri eygað at vera við í 1. útbjóðingini í næstum. Nú verður í spenningi bíðað eftir treytunum fyri hesi útbjóðing.


Shell gjørt heildarmeting

Avgerðin hjá Shell er at taka seg aftur av Føroyaøkinum, byggir á sammeting við onnur øki í heiminum. Sammett við Bretland, og onnur øki úti í heimi, so eru møguleikarnir á føroyska landgrunninum mettir relativt lágt í heildarætlanini hjá Shell, og tí hevur felagið avgjørt at gevast við kanningum sínum í Føroyum.

- Men vit í BP Amoco - við okkara nógvu royndum og vitan higartil - halda, at tað er ein serstøða, at vera í at kunna standa fyri, og útvikla møguligan fund bæði effektivt og lærandi í hesum økinum sigur Brian Mitchener.

- Vit halda tí møguleikanum opnan um vit fara at bjóða einum øðrum felagi at vera við, at bjóða saman við okkum, í fyrstu útbjóðing, leggur hann aftrat.

Sum Sosialurin skilur støðuna, so varð avgerðin hjá Shell um ikki at halda fram við víðari kanningarvirksemi í Føroyaøkinum tikin: «as part of its worldvide opportunity tanking exercice«.

Kortini fer hin parturin av oljusamtakinum, BP-Amoco gjøgnum sínar royndir og úrslit, at stuðla undir menningina av einum væleydnaðum oljuídnaði í Føroyum hjá BP Amoco vóna tey, at treytirnar fyri útbjóðing í Føroyum fara at vera stimbrandi fyri luttøku.


Nýggj felt á bretskum øki

Hóast Shell nú fer at taka seg av føroyska økinum, so fara Shell og BP Amoco kortini framhaldandi at vera virkin vestan fyri Hetland við teirra áhugamálum í oljukeldunum Foinaven og Schinhallion. Hetta økið inniheldur fleiri nýggjar møguleikar, sum í framtíðini kunnu bindast í FPSO oljuskipini á oljufeltunum Foinaven og Schinhallion fyri ein lutvíst lágan kostnað. Longu nú fyriliggja framtíðarætlanir at gera íløgur í leiting og útbygging av hesum nýggju møguligu feltunum í økinum.

- Støðan hjá BP Amoco sum operatørur av Foinaven og Schinhallion - oljufeltunum gevur okkum ein heilt greiðan tøkniligan fyrimun, sum vit halda kann tæna Føroyum sigur Brian Mitchener.

Hann sigur víðari at PB Amoco kennir tað sum sína ábyrgd at arbeiða tætt saman við føroyskum myndugleikum og fer felagið at hjálpa har tað er møguligt, fyri at menna ein oljuídnað í Føroyum, sum er sera viðkvamur serstakliga mótvegis føroyska umhvørvinum og mentanini.

- Vit eru annars sera fegnir um, at Hjarnar Djurhuus, sum higartil hevur verið umboð fyri Shell og BP Amoco í Føroyum hevur tikið av tilboðnum at halda fram sum umboð fyri BP Amoco í framtíðini, og harvið slóða fyri BP Amoco í framtíðini og harvið slóða fyri tættum samstarvi í økinum sigur Brian Mitchener.