Ási Jacobsen

25. des. 1940 – 11. okt. 2009

Ási var sonur Albert og Emilie á Sentralinum. Í 1970 tók hann læraraprógv frá Holbæk Seminarium og var lærari á Tvøroyri alla sína læraratíð.


Hann var á ársskeiði í Danmark skúlaárið 1987 – 88. Men áðrenn hann fór á læraraskúla, var hann í donsku marinuni, og hetta tosaði hann ofta um. Hann fór frá við eftirløn fyri nøkrum árum síðani.

Ási var ein sermerktur persónur. Hann var fyrikomandi, fryntligur og lagaligur. Á lærarastovuni fylti hann nógv, hann var ofta tað nátúrliga snúningspunktið í fríkorterunum. Hevði tú okkurt ivamálið, so var hann altíð til dystin fús at koma við góðum ráðum og vegleiðing.


Hann hevði sera góð evni at skipa fyri, og mong mugu tey vera, sum hava fingið gleði av hansara góða førleika sum fyriskipari – bæði á handans og andans øki, til álvara og gamans. Eitt skifti var hann í nevndini fyri Húsalánsgrunnin. Í nógv Harrans ár var hann ein av sangarunum, sum sungu fyri til jarðarferðir.


Hesi seinasti árini var heilsan farin at bila. Skilliga sást á honum, at livimátin ikki var hin besti. Spurdi tú hann, so læt hann altíð væl at, at gremja seg var honum so fjart. Men nú orkaði hann ikki longur. Sjálvan brúdleypsdagin varð hann lagdur til hvíldar undir Akursgerði. Fylgið, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað var stórt, eitt tekin um, hvussu væl lýddur hann var.


Góða Gitte, Eyðun og Guðrun. Vit vita, hvussu svárt tað má verða hjá tykkum, nú hann er farin, men okkara og tykkara troyst er, at hann er í góðum hondum har, sum eingin sorg og pína er.


Við samkenslu

Starvsfelagarnir