Sigrun Smith stóra vónin hjá badminton

Hon vann gull á alternativu leikunum í Grønlandi í 2007, sum vóru, tí badminton ikki var við á Oyggjaleikunum. Spurningurin er, um hon kann hála hinar spælararnar upp við sær, so væl fæst burturúr á Álandi eisini

BADMINTON

 

Tá FM-kappingarnar hjá teimum vaksnu vóru herfyri, var tað ein væl uppløgd Sigrun Smith, sum vann meistaraheitið í einmansleiki hjá kvinnum. Og nú badmintonspælararnir til Oyggjaleikirnar á Álandi eru úttiknir, eigur hon sítt sjálvsagda pláss millum tey níggju, sum fara avstað.

Heldur ikki skerst burturúr, at Sigrun er ein góður trumfur at hava, tí longu í 2007 vísti hon, hvør dugur er í henni, tá hon vann gull í einmansleiki á alternativu leikunum, sum vóru í Grønlandi, tí badminton ikki var við á Rhodos. Tí eru sjálvsagt eisini stórar vónir settar til hana hesa ferð.

Men tað er ikki bara Sigrun, ið kann gera ein vørr í Álandi í summar, tí um vit framvegis halda okkum til tað, sum hendi fyri tveimum árum síðani, so vunnu Føroyar silvur í liðkappingini, umframt onnur heiðursmerki.

Tí er einki at siga til, at tað er við einum ávísum bjartskygni, at badmintonfólkini venja av øllum alvi komandi tveir mánaðirnar. Og spælararnir, talan er um, eru ein góð blanding, ið gongur heilt niður í 14 ára aldur og upp í endan á 30-unum, so her er ein ávís breidd at síggja.

 

Leggja nógv fyri

Á kvinnusíðuni er talan fyrst og fremst um FM-finalistarnar, Sigrun Smith og Gurið Poulsen, umframt at systrarnar Brynhild og Rannvá Carlsson eru við. Og hjá monnunum eru eisini FM-finalistarnir við, Aksel Poulsen og Absalon Eysturoy, umframt Rógva Poulsen og Magnus Gaard.

Níggjunda navnið á listanum er Niclas Eysturoy, sum tó hevur verið skaddur og eitt nú mátti geva avboð til FM-kappingina. Verður hann ikki klárur, er lítið at ivast í, at spælarar sum Ragnar Rasmussen, Bjartur Lamhauge, Flóvin Mikkelsen, Gunnar Poulsen og aðrir liggja framvið, og óivað halda teir seg klárar, skuldu boð verið eftir teimum.

– Vit vita, hvat Sigrun kann vera før fyri, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at Aksel Poulsen, sum vann silvur á Oyggjaleikunum í Hetlandi fyri fýra árum síðani, ikki hevur verið betri enn tað sama, sigur Høgni Carlsson, nevndarlimur í Badmintonsambandinum og liðleiðari, tá farið verður til Álands.

Venjari er Aritra Nandi, sum fær hjálp frá fyrrverandi landsliðsvenjaranum, Tobias Effersøe, so á tí síðuni er liðið væl fyri, tí báðir tveir kenna føroysku spælararnar út og inn.

– Spælararnir ganga høgt upp í tað undir venjingunum, og komandi mánaðirnar er ætlanin at leggja nógv fyri, eitt nú við fyrrapartsvenjingum, sigur Høgni Carlsson.