TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum Sonny Jacobsen skoraði fyri 07 Vestur ímóti AB, tá 75 minuttir vóru farnir av botnuppgerðini á Dungasandi í Sørvági.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen aftaná dystin.
Pauli Poulsen er glaður og lættur um bert annan sigurin í ár. Pauli Poulsen staðfestir, at sigurin gevur 07 Vestur møguleikan at vinna seg uppum AB, ið er fyrsti málsetningurin.
Pauli Poulsen heldur, at liðið hjá 07 Vestur eigur nóg mikið í sær, at teir kunnu bjarga sær í Betrideildini við góðum avrikum seinasta triðingin av kappingini: - sum vit spæla í dag hava vit møguleikan at fáa fleiri stig, heldur Pauli Poulsen.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við roynda miðvallaran hjá AB, Bárður Olsen hoyrist HER