Sildin møguliga at gýta í føroyskum sjógvi

Samráðingar um fiskiskapin eftir norðurhavssild í 1998 vóru í Oslo tann 28. oktober 1998 millum strandalondini Russland, Noreg, ES, Føroyar og Ísland.

 

Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðuna frá 1,5 mió. til 1,2 mió. tons ella 20% samtyktu strandalondini, at heildarveiðan fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta er ein niðurskurður uppá 13% í veiðuni. Heildarkvoturnar til strandalondini eru sostatt 13% minni enn í 1997, lutfallið er óbroytt og er býtið millum strandalondini soleiðis: ES fær 109.000 tons, Føroyar fáa 71.000 tons, Ísland fær 202.000 tons, Noreg fær 741.000 tons og Russland fær 177.000 tons.

Strandalondini samtyktu sínámillum avtalur um loyvi at veiða inni á økjunum hjá hvørjum øðrum. Hesar avtalur eru tær somu frá 1997 avtaluni, tó eru allar veiðinøgdar 13% minni ávikavist. Í hesi avtalu kunnu føroysk skip m.a. veiða 32.000 tons í norskum sjógvi og við Jan Mayen, harav 26.000 tons í norskum sjógvi. Noreg fær 32.000 tons í føroyskum sjógvi. Avtalan millum Føroyar og ES inniber, at báðir partar kunnu veiða 11.000 tons inni hjá hvørjum øðrum sjógvi. Føroyar lata ES 4.000 tons av síni kvotu og fáa 2.000 tons aftur frá Noreg. Russland kann veiða 6.500 tons av síni kvotu í føroyskum sjógvi. Millum Føroyar og Ísland er avtalan tann sama sum í 1997 við 13% niðurskurði í nøgd.

Partarnir samdust um at seta ein arbeiðsbólk at kanna og ráðgeva um eina miðal- og langtíðarætlan fyri fiskiskapin eftir norðurhavssild.

Grundað á frágreiðingina frá ICES arbeiðsbólkinum um uppsjóvar fiskasløg á norðurhøvum frá apríl/mai 1998 og ACFM frágreiðingina frá mai 1998 skal oman fyri nevndi arbeiðsbólkur hjá strandalondunum meta um eina heildarætlan fyri fiskiskapinum eftir norðhavssild við áherðslu á, at heildarveiðan verður hildin á einum slíkum støði, at stovnurin ikki kemur í vanda.

Arbeiðsbólkurin skal innan 1. oktober 1998 koma við ráðgeving um eina miðal- og langtíðarætlan fyri fiskiskapin eftir norðurhavssild.

Partarnir samdust um, at samráðingarnar í 1998 verða í Íslandi.

Tann ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi í norðuratlantshavi, ACFM, viðgjørdi norðurhavssildina á fundi í mai í ár. Stovnurin verður mettur at vera oman fyri tað lívfrøðiliga lágmarkið. Stovnsmetingin verður ikki hildin at vera neyv, men kann verða brúkt til at grunda »trendir« í stovninum. Samstundis sum fiskiskapurin eftir norðurhavssild hevur tikið seg upp seinastu árini, er veiðutrýstið nógv økt.

Tann sera stóri árgangurin frá 1992 førdi til stóran vøkstur í stovnsstøddini í 1997, men árgangirnir frá 1994 til 1996 verða mettir at vera lítlir. Tí verður ikki framhaldandi vøkstur í stovninum komandi árini, tvørturímóti fer stovnurin at minka. Verður hildið fram við verandi heildarkvotu (1,5 mill. tons) nøkur ár fram, er sannlíkt, at stovnurin fer niður um lívfrøðiliga lágmarkið upp á 2,5 mill. tons.

Verandi avtala um fiskiskapin er grundað á, at veiðutrýstið er 0,15. Verður hildið fast við hetta, skuldi veiðan í 1998 ikki fara upp um 1,2 mill. tons. ACFM mælti frá at økja um veiðutrýstið á norðurhavssildastovnin. Lagt varð afturat, at partarnir máttu umhugsa broytingar í reglugerðini. Veiðutrýstið eigur at verða minkað munandi, so stovnurin ikki minkar niður um lívfrøðiliga lágmarkið orsakað av tí minkandi tilgongdini.

Tað tænir endamálinum hjá Føroyum til fyrimun, um heildarveiðan er so lág sum gjørligt og at sildin soleiðis fer at taka upp sítt gamla ferðingarmynstur og møguliga kemur at gýta í føroyskum sjógvi. Ein heildarveiða uppá 1,3 mió. tons er tó ikki ov stór í eitt ár afturat. Føroyski parturin av hesi heildarkvotu er óbroyttur í mun til í føjr (5,5%).

Spurningurin um fiskiskapin í altjóða sjógvi kom ikki til viðgerðar á hesum fundinum. NEAFC skal viðgera henda spurning á ársfundinum hjá NEAFC í komandi mánaði. Avtalan millum strandalondini er avgerandi fyri, at NEAFC skal koma at virka sum ein millumtjóða skipanarstovnur, har strandalandaavtalan verður tikin inn í NEAFC, sum síðani góðkennir, at strandalondini hava rættin at áseta heildarveiðu og býtið millum strandalondini. Hetta er í tráð við altjóða havrætt og samsvarar við ásetingarnar í ST-avtaluni um víða ferðandi fiskastovnar. Um eingin avtala hevði verið gjørd í Oslo hesaferð, so hevði tað verið eitt stórt afturstig í umsitingini av norðurhavssildini og framtíðarútlitini fyri NEAFC og harvið møguleika fyri betri umsitingaravtalum um svartkjaft og makrel á norðurhøvum, stendur í tíðindaskrivi frá fiskivinnuumsitingini.

Í føroysku sendinevndini vóru: Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri (samráðingarleiðari), Andras Kristiansen, fiskivinnufulltrúi, Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur og Eiler Jacobsen og Jákup Sólstein umboðandi ávikavist Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.