Sirið farin á ráðstevnu í Japan

Landsstýriskvinnan luttekur á heimsframsýningini Expo 2025 í Osaka í Japan

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, luttekur í hesum døgum á heimsframsýningini í Osaka í Japan, har lond úr øllum heiminum savnast undir heitinum: Designing Future Society for Our Lives.

 

Í dag setti landsstýriskvinnan javnstøðudagin í norðurlendska skálanum við eini røðu, har hon vísti á norðurlendsku royndirnar við javnstøðu, men legði dent á, at stríðið er langt frá liðugt. Globalt síggja vit afturstig, tí er altjóða samstarv týdningarmiklari enn nakrantíð. Røðan var samstundis ein viðurkenning av norðurlendska samstarvinum við Japan, har javnstøða er ein av hornasteinunum í felags diplomatiska arbeiðinum.

 

Les setanarrøðuna hjá landsstýriskvinnuni til norðurlendska javnstøðudagin her.

 

Føroyar á Expo 2025 - Faroe Islands Days

 

Seinni í vikuni vera Føroyar vertur fyri døgum í norðurlendska skálanum, Faroe Islands Days, ið hava til endamáls at varpa ljós á Føroyar í Japan, men eisini úti í heimi. Dagarnir eru skipaðir við íblástri úr Tonik, við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum.

 

Landsstýriskvinnan setur føroysku dagarnar 4. september saman við japanska varauttanríkisráðharranum, Hisayuki Fujii, umboðandi japonsku stjórnina.

 

Sí skrá fyri føroysku dagarnar her.

 

Les meira um føroysku dagarnar her

 

Norðurlendski skálin er væl vitjaður, og millum 8000-9000 fólk leggja leiðina framvið hvønn dag. 

 

 

Expo 2025

 

Les meira um føroysku dagarnar her

 

Les meira um norðurlendska skálan her

 

Les meira um heimsframsýningina her