07 Vestur er nú eisini umboðað á kvinnulandsliðnum, eftir at Sissal Haraldsen legðist afturat hópinum. A-landsliðið við kvinnum er nú savnað á venjingarlegu, har tveir venjingardystir móti Andorra eru á skránni.
Undan samlingini hava Lea Lisberg og Anna Sunadóttir Hansen givið avboð, og harumframt eru ávísir skaðaspurningar í hópinum. Landsliðsvenjarin hevur úttikið 19 ára gomlu Sissal Haraldsen úr 07 Vestur. Hetta er fyrsta A-landsliðsúttøkan hjá Sissal, og hon er tí ein av trimum spælarum í hópinum, sum kunnu fáa debut móti Andorra. Hinar báðar eru Rebekka Klein Olsen og Ása Stórá Carlsen úr HB.
– Hetta er ótrúliga stórt og motiverandi fyri meg, og eg føli longu, at eg læri nógv av at vera við, sigur Sissal Haraldsen, sum í gjár fekk óvæntaðu landsliðsboðini. Sterki kantspælarin dylir ikki fyri, at landsliðsúttøkan kom óvart á hana, men hon er glað fyri møguleikan at venja saman við teimum bestu spælarunum landinum og so sjálvandi eisini at umboða Føroyar. Tað eru nógv nýggj ting at fyrihalda seg til og ferðin er hægri enn í gerandisdegnum, so tað er eisini spennandi at vera við til, sigur Sissal Haraldsen við heimasíðuna hjá FSF.
Kvinnulandsliðið venur á Tórsvølli í dag og í morgin afturat, áðrenn leiðin fríggjadagin gongur til Klaksvíkar, har fyrri dysturin móti Andorra verður spældur.
Føroyar og Andorra hittast í venjingardysti við Djúpumýru leygardagin klokkan 15.00, og aftur á Tórsvølli týskvøldið klokkan 18.00. Bláa bylgjan skipar fyri stuttligum fjepparatiltaki í samband við dystin leygardagin, har andlitsmáling, grilling og hoppiborgir eru á skránni. Fjepparatiltakið byrjar klokkan 13.30 og er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.