Ein av áskoðarunum, sum fer at heppa á Føroyar í Budapest í dag, verður serbiaski Tomislav Sivic. Hann er fyrrverandi venjari hjá VB, B36 og KÍ. Hann búði í Føroyum í tíðarskeiðnum 1996 til 2000. Hann hevur í dag heilsa upp á gamlar vinir úr Føroyum og verður á leikvøllinum til landsdystin í kvøld.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Eg sá landsliðið spæla móti Lettlandi. Eg eri bilsin av, at Føroyar klára seg so væl við bóltinum. Landsliðið er komið langt síðani eg var í Føroyum, sigur Tomislav Sivic, sum í løtuni einki venjarastarv hevur.
Les eisini: (Liðfelagir) Gunnar Nielsen er eitt grenj
Hann heldur at føroysku spælararnir skulu bara koyra á og trúgva upp á tað. Hann heldur ikki, at føroyska landsliðið hevur nakað at ræðast í kvøld.
Les eisini: (Liðfelagir) Viljormur er lekrast
- Ungarn spæla ikki væl í løtuni og venjarin er kroystur. Klárar verjan at steðga teimum fyrstu álopunum, so er avgjørt ein møguleiki fyri at fáa stig, sigur Tomislav Sivic.
Fegnast um at hava vant venjarar
Tomislav Sivic fekk sín bestu úrslit í tíðini í B36 frá 1997 til 1999. Serliga fyrsta árið er minniligt, har hann var við til at vinna fyrsta meistaraheitið í 35 ár.
Les eisini: (FSF Varpið) Julian Johnsson um FM í 1997
- Eg gleðist nógv um góðu gongdina tá, men eg gleðist mest um at síggja at fleiri av spælarunum eru blivnir venjarar, sigur Tomislav Sivic, sum er møttur á gistingarhúsinum saman við konuni og dóttrini.
Hann vísir til Mikkjal Thomassen, Sigfríð S. Clementsen, John Petersen, Julian Johnsson og Jákup á Borg. Síðstnevnda er hann eitt sindur bilsin av, at hann er blivin venjari.
- Hann var bara 17, tá eg gav honum møguleikan á besta liðnum. Fleiri hildu, at eg skuldi bíða, men sá okkurt í honum. Eg eri eitt sindur bilsin av, at hann er blivin venjari, sigur Tomislav Sivic brosandi.
Tomislav Sivic hevur í løtuni einki venjarastarv, men sigur seg ikki hava hugsað so nógv Føroyar er ein møguleiki, hóast hann fær at vita, at tað er sjey feløg uttan venjara til komandi kappingarár.