961 føroyingar, sum búgva í Føroyum, sigla uttanlands. Inntøkan hjá hesum er umleið 320 milliónir krónur tilsamans.
Sambært kanning, sum Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, hava gjørt fyri Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarfelagið, kemur allur peningurin – sum føroysk sjófólk vinna uttanlands – í umfar, og tað hevur við sær, at tær 320 milliónirnir koma næstan beinleiðis í landskassan við skrásetingargjøldum, avgjøldum og MVG, hóast hesi sjófólk ikki rinda eina einastu krónu í vanligum skatti.
Ríkisveitingin er umleið 615 milliónir krónur, so tað kann staðfestast, at sjófólkini uttanlands eru næstan eins nógv verd.
Hinvegin kunnu vit eisini staðfesta, at høvdu hesi fólkini rinda skatt í Føroyum, so hevði meiri peningur verið enn tær 320 milliónir krónurnar.
– Vit hava ikki roknað út, hvussu nógv tað hevði givið, men tað hevði verið áhugavert at sæð, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur.
Men tað er greitt, at tað ikki hevði givið dupult so nógv, men tað hevði givið meira, enn tað ger í løtuni, um vit ganga út frá, at hesi sjófólkini høvdu verið búgvandi í Føroyum.
620 milliónir
Hyggja vit at samlaða árininum hjá føroyskum sjófólkum uttanlands, so nærkast tað 620 milliónum krónum, tá peningurin hevur verið í umfari.
Hetta er fyrst grundað á, at peningurin – sum er 320 milliónir – verður brúktur av sjófólkunum, og fer í lands- og kommunukassar. Hetta hevur síðan víðari virkan, tí tað mesta, sum fer í kommunukassar og landskassan fer aftur út í samfelagið, og hetta hevur so aftur avleitt virksemi, um vit gera hetta eitt sindur einfalt. Hetta gevur sambært kanningin, sum Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hava latið gjørt, næstan 620 milliónir krónur til føroyska búskapin.
Og her kann leggjast afturat, at hetta alt er peningur, sum verður vunnin í øðrum londum og sendur inn í føroyska búskapin.
Mest úr Danmark
Hesi føroyingar, sum sigla uttanlands, vinna mest pening úr Danmark. Meira enn helvtin av sjófólkunum í kanningini sigla í Donsku Altjóða Skrásetingini (DIS), meðan ein triðingur er við í sigla í NIS, sum er norska skipanin, og restin sigla annars í Grønlandi og í Kanada.
Til samans eru 961 føroyingar, sum sigla uttanlands, nú vit taka tølini frá 2008. 512 eru í DIS, 299 í NIS og umleið 150 í Kanada og Grønlandi.
Júst tølini úr Kanada og Grønlandi eru ikki heilt eftirfarandi, tí tað finnast ikki greið hagtøl fyri hesi.
Og tað finnast eisini føroyingar undir øðrum altjóða skrásetingum, men teir eru ikki við í hesi kanningini.
Vaksið seinastu árini
Fram til 2004 var eitt rættiliga javnt tal av føroyingum, sum fiskaðu uttanlands. Teir skiftu bara ímillum ymisku skipanirnar.
Men frá 2004 broyttist hetta. Talið vaks øgiliga skjótt úr umleið 700, sum tað hevur verið frá 1998 til 2004, til hesar 961 í 2008, sum seinastu hagtølini eru frá.
– Eg dugi ikki at siga, hví tað hevur verið so stórur vøkstur frá 2004 til 2008, men tað kundi bent á, at skipanin er sera attraktiv og gevandi, sigur Magni Laksáfoss.
Búskaparfrøðingurin leggur afturat, at vit kunnu vænta, at talið av føroyingum, sum sigla við fremmandum skipum er vaksið enn meira síðan seinastu hagtølini, tí tað eru færri áhugaverd tilboð í Føroyum.
Fýra av fimm yvirmenn
Yvir 80 prosent av føroyingunum, sum sigla í øðrum londum sigla sum navigatørar ella maskinmeistarar. Hesi tøl eru tikin frá DIS-skipanini, og gingið verður út frá, at tølini eru umleið tey somu í hinum skipanunum.
Tann fimtingurin, sum er eftir, eru sjófólk, sum sigla antin sum dekkarar og maskinfólk, umframt, at eini 10-12 prosent sigla í øðrum størvum, sum ikki eru greitt tilskilaði í kanningini.
Í mun til sjófólk úr øðrum londum undir somu skipanum, eru føroyingar rættiliga óvanligir. Tað eru nevniliga lutfalsliga óvanliga nógvir maskinmeistarar og navigatørar, sum er føroyingar.
Taka vit til dømis filippinarar og danir, sum eru størstu bólkarnir í DIS-skipanini, so eru umleið 50 prosent av dønunum og umleið 16 prosent av filippinarunum navigatørar og maskinmeistarar.
Dømini eru tikin frá uppgerð í DIS frá 30. septembur 2008, sum er fyri, hvussu nógv vóru umborð henda dag.