Sjálvandi á fyrsta klassa!

Nú var aftur eitt bræv um "Hestleiðina". Ein skúvíkingur spyr, um vit skula sigla á fyrsta ella øðrum klassa. Vit sigla á fyrsta klassa við einum fyrsta klassa skipi. Hann byrjar brævið við at Tjóðveldisflokkurin hevur meldað út við, at Teistin er fyrst og fremst fyri Sandoynna. Eg veit ikki hvussu hesin maður umboðar Tjóðveldisflokkin. Páll á Reynatúgvu hevur sagt, hvat hann heldur, men hann segði einki um, at tað var Tjóðveldisflokkurin, ið meinti tað.

12 fólk hava í skrivi til Strandferðsluna mótmælt, at Teistin siglir í Hest 6.35 og 17.20, men bert 7 av teimum hava skrivað undir so, at tað kann lesast.
Eg og fleiri við mær halda, at tað er einki minni enn skomm, at fólk nú skulu arbeiða ímóti at Teistin siglir í Hestoynna.

Teistin er eisini bygdur til Hestoynna. Mær er sagt, at tað stendur í "lógini" fyri Teistan, at hann skal sigla í Hest.

At siga, at tey eru so fá, og at tað koma "bara" eitt ella tvey fólk umborð í Hesti, ger støðuna hjá okkum, ið búgva á smáplássuum ræðandi.

Eitt lesarabræv "dulnevnt" vildi ein dagin vera við, at bussurin av Gomlurætt átti ikki at koyrt oman á Velbastað, tí har kom "bara" eitt fólk við, og so tók tað eisini 6 minuttir av sovitíðini hjá sandingum. Eg vóni, at brævi var meint sum skemt.

Hugsa fólk sum hasi 12 ið hava mótmælt Hest-túrinum hjá Teistanum, verður tað skjótt at vit í Dali missa busssambandið. Tí tað eru nokk nógvir túrar, ið ikki loysa seg.
Tað verður tosað ? bara tosað nógv um økismenning. Tað hevur nógv at siga fyri smábygdirnar og oyggjarnar at ferðasambandið er gott.

Sólvit hevði eitt uppskot í einum blað og onkur annar hevur tikið undir við tí, at Teistin skal sigla Skopun ? Hest ? Skopun ? Gamlarætt um morgunin. Tað verður sagt, at Teistin sleppur altíð út úr Skopun, um tað er brim, men ikki altíð inn. Tá kunnu vit koma í tað støðu, at Teistin ikki sleppur inn aftur eftir okkum, tá ið hann hevur verið eftir Hestmonnum.

Eitt annað er, at tá verður tað skjótt at Teistin fer at liggja á Gomlurætt um náttina fyri so at taka Hestfólkið við til Skopunar eftir okkum.

Tá er nógv mist, tí tryggjandi er tað, at Teistin liggur í Skopun um náttina.
Fleiri av teimum, ið hava skrivað um Hestleiðina nevna, at fyri at halda uppá ungdómin, má tað vera beinleiðis og skjótt ferðasamband.

Tað verða ikki teir 20 ? 30 minuttirnir, ið tey kunnu sova longri ella nøkur ítróttarhøll, ið avgera um tey flyta ella ikki. Fólk flyta eisini úr Kollafirði og Runavík til Havnar.

Men summi flyta eisini úr Havnini.

Eg hevði 5 minuttir av Norðasta Horn har eg búi, oman í miðbýin. Nú búgvi eg í Dali, og eg brúki 1 tíma úr Dali til Havnar, 15 ? 20 minuttir longri tá vit fara í Hest og tað bilar einki, tí ein er ikki noyddur at fara í land í Hesti. Annars bíði eg spentur til valfundirnar uppundir Løgtingsvalið. Hvat og hvør bjóðar seg fram.