Í kvøld verður fyrsta ferðin at teir báðir, Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen, í felag fara at manna bonkin hjá fuglfirðingum.
-Tað hevur gingið væl tvær tær seinastu ferðirnar, so tað er eingin orsøk at gera tær stóru broytingarnar. Tað snýr seg um at varðveita momentum, sum vit høvdu á Toftum og serliga ímóti HB á heimavølli. Spælararnir vístu dirvi og sjálvsálit, og tað rokna vit við, at teir fara at gera ímóti NSÍ, sum vit fyrr í ár taptu stórt ímóti í Runavík, sigur Jákup Mikkelsen.
Hava tit broytt venjingarnar, síðani tit spæla mest sum við sama liðnum og nú vinna?
-Vit hava vant lítið, men vit hava tosað saman, og so hevur tað riggað í dystunum, sum ikki riggaði. Adeshina Lawal hevur verið væl fyri alt kappingarárið, og nú glapp hjá honum við málskjótingini, og so er tað ein fragd at síggja, hvussu væl upplagdur Clayton Soares er. Men tað sæst á liðavrikinum sum heild, at hugburðurin er góður.
Í fjórða umfari var 6-1 tapi ímóti NSÍ í Runavík øgiligur sekkur.
-Hetta var vánaligasta avrikið higartil. Kortini eru vit ikki so langt frá heiðursmerkjaplássum, og um tað gongur eftir vild tríggjar tær næstu ferðirnar, so kunnu vit av álvara blanda okkum í europeisku plássini. Vit skulu nú spæla ímóti NSÍ, Víkingi og B36, vísir Jákup Mikkelsen á.
-Í Runavík gekk tað fyri seg eftir teirra treytum. Í kvøld fara vit at arbeiða fyri at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum, sigur Jákup Mikkelsen.
Dánjal á Lakjuni og Poul Nolsøe Mikkelsen eru skaðadarvaðir, men teir hava luttikið í venjingunum í hesi vikuni.
Sunnudagin tryggjaði NSÍ sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini við 2-0 heimasigri á EB/Streymi.
-Eg eri væl nøgdur við, at spælararnir alla tíðina megnaðu at halda fokus. Í Fuglafirði verður talan heilt víst um javnari uppgerð, enn tá ið vit høvdu vitjan av ÍF, og okkara lið hevur sjálvsálitið, sum skal til, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.
Listin er langur við spælarum, sum ikki eru tøkir hjá Anders Gerber og NSÍ: Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg og Haraldur R. Højgaard eru skaddir, Einar Tróndargjógv er burturstaddur, og Per Langgaard er leikbannaður.