Sjálvstýrisflokkurin ger tað hann vil

-sigur løgmaður í sambandi við tíðindini í Sosialinum og útvarpinum leygardagin um samstarv við Miðflokkin

Samgonga



Leygardagin kom fram, at Sjálvstýrisflokkurin ikki heilt útilokaði samstarv við Miðflokkin, men nývaldi tingmaðurin hjá flokkinum Kári Højgaard sá helst, at man fekk eina breiða samgongu. Tað ljóðaði eisini, at Fólkaflokkurin ynskir ikki at fara í samstarv við Miðflokkin.

Løgmaður sigur, at hann skilti tíðindini leygardagin sum um, at Fólkaflokkurin ikki er áhugaður at fara í samstarv við Miðflokkin og skipa eina smæla samgongu við 17 tingmonnum. ?Mær vitandi hevur Fólkaflokkurin einki sagt um tað. Hvat Sjálvstýrisflokkurin heldur og vil er ein søk sum Sjálvstýrisflokkurin suverent ger av sjálvur. Tað er ikki nakað, sum Fólkaflokkurin leggur seg út í sigur løgmaður, sum framvegis ikki vil útiloka nakran møguleika, hóast hann hevur sínar metingar um, hvat tað besta vildi verið fyri eina stabila gongd.

Um avtaluna millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin sigur løgmaður, at teir hava gjørt av at fylgjast tvs. har annar fer, har fer eisini hin og øvugt. Men politiskar støðutakanir og meiningar eru ikki forpliktandi fyri hvønn annan uppá nakran máta. ?Sjálvstýrisflokkurin hevur sín profil og umsitur hann fult og heilt. Og vit hava okkara.

Løgmaður váttar, at tað fyriliggur eingin skrivlig avtala við flokkarnar. ?Men eg havi so tikið teir við allan vegin og rokni við, at teir gera tað sama. Eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður. Tað er tað einasta, sum liggur í avtaluni millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin sigur Anfinn Kallsberg, sum vónar, at avtalan røkkur heilt á mál.



.